Browsing All Posts published on »januar, 2012«

Hasard

januar 30, 2012

0

Hasard Í tí eg ikki leiti Skal eg finna Í tí eg ikki leggi ætlanir Skal ein ætlan koma til sjóndar Alt annað er terningakast Bara tilvildin kann ógilda Terningakastið Svend Johansen Oddfríður Marni Rasmussen týddi

Dylan Thomas

januar 8, 2012

0

Dylan Thomas (1914-1953) var walisiskur yrkjari. Hann spýtti ikki í glasið, stakkalin, og tí gjørdist løtan á foldum heldur stokkut, men tað, sum hann legði eftir seg vóru yrkingar av so mikið sjáldsomum slag, at tær eru galdandi um allar ævir. Kendast er helst yrkingin “Do not go gentle into that good night”. Yrkingin er […]

Føroyameistaraskapið í Poetry Slam

januar 7, 2012

1

Fyri hálvum øðrum ári síðani, á ólavsøku 2010, var fyrsta føroyameistaraskapið í Poetry Slam hildið Føroyum. Og alla hesa tíðina hevur Kjartan Hansen verið føroyameistari í Poetry Slam. Poetry Slam er ein kappingarformur, har yrkjarar frambera yrkingar og millum áskoðararnar verða valdir fimm dómarar, sum kunnu geva hvørjum yrkjara stig. Møguleiki er at geva stig […]