Føroyameistaraskapið í Poetry Slam

Posted on 7 januar 2012

1


Fyri hálvum øðrum ári síðani, á ólavsøku 2010, var fyrsta føroyameistaraskapið í Poetry Slam hildið Føroyum. Og alla hesa tíðina hevur Kjartan Hansen verið føroyameistari í Poetry Slam.

Poetry Slam er ein kappingarformur, har yrkjarar frambera yrkingar og millum áskoðararnar verða valdir fimm dómarar, sum kunnu geva hvørjum yrkjara stig. Møguleiki er at geva stig frá 0,1 til 10,0.

Yrkjararnir lesa upp í trimum umførum. Fyrsta umfarið varir ein minutt, næsta umfarið varir 2 minuttir og triðja umfarið varir í tríggjar minuttir. Fyri hvørji 10 sekund yrkjarin fer útum tíðina, missir hann 0.5 stig. Meiningin við slíkum upplestri er, at áskoðararnir skulu rópa og bua eftir dómarunum og kanska eisini eftir yrkjarunum. Føroyingar eru tó so ókristiliga væl uppaldir, at vit hvørki bua ella rópa. Vit klappa høviskliga, tá ið yrkjarin er liðugur at lesa. Kanska allar mótmælisgongurnar fara at bøta um henda ófatiliga høviskleikan.

Lasse Thorning

Eins og seinast, so var tað danmarksmeistarin Lasse Thorning, sum skipaði fyri skeiði í Poetry Slam á Føroya Fólkaháskúla. Frá 2-4 januar stríddust 12 yrkjarar við at seta saman tekstir saman í besta stíli. Teir fingu eisini frálæru í, hvussu ein slíkur tekstur skal framberast. Hetta hoyrdist serliga á nógvum, tí at fleiri teirra lósu eins upp, men ikki so, at tað órógvaði.

Eins og fyrsta føroyameistaraskapið, var aftur á hesa ferð dystast í frálíku hølunum hjá Steinprenti. Við í føroyameistaraskapinum 2012 í Poetry Slam vóru 11 yrkjarar.

Katrin Reynisdóttir

Wilhelm Sjóðklett

Drífa Hansen

Vivian Sjóðklett

Bárður Persson

Maiken P. Englund

Astrid MacDonald

Daniella Andreasen

Marjun S. Kjelnæs

Eir í Ólavsstovu

Áskoðarar

Nú gjørdist undirritaði dómari, so eg kann eins væl fella okkurt slag av dómi her eisini. Yrkingaranr vóru sum heild á einari leið. Onkur var rótut, onkur ov lýrisk (lýriskar yrkingar eru ikki so lættar at svølgja, tá ið tær verða lisnar upp), men sum heild fekk eg eina góða uppliving.

Vinnarin og føroyameistarin í Poetry Slam 2012 er Bárður Persson. Heimasíða Vencils hevur fingið loyvi frá Bárði at prenta yrkingina.

Væl afturkomin, Jesus!

Har ert  tú,
Jesus.
Endiliga!
Væl afturkomin.
Nú er langt síðani, ha?
Og hárið.
Líka langt  enn,
siggi eg.

Kanska skuldi tú klipt tær?
Vit ræðast menn við longum hári.
Teir vitna um eitt lív við alt ov góðari tíð.
Og hasi klæðini hjá tær?
Soleiðis kann man ikki ganga!
Ídnaðurin skal jú trumla víðari:
tað frelsandi forbrúkið,
tað  trumferandi tokið –
trumla og trumla,
til alt er lokið
og fokið

Tú skuldi kanska farið úr hasum kjólanum,
og læti teg í eina smekkubuksur,
og fari til arbeiðis –
ein hamara í hond, kanska,
akkurát sum pápi tín –
og duka og duka og duka
í staðin fyri at gingið við hasi gnagandi tøgnini.

Hvat dámar tær forrestin føðingardagin hjá tær?

Nú, nú! Upp við humørinum, gamli!
Vit royndu okkara besta.
Okkurt skuldu vit gera
”í pausuni”, sum  maðurin segði.
2000 ár er jú ein kaffiipausa sum vil nakað.

Okey, okey!
Vit kundu funnið uppá ein betri avloysara!

Tað er nú einaferð meira mansligt at hokna undir sínum egna krossi,
enn undir einum korrumperaðum sekki!
At stíga stoltur upp til himmals til hin himmalska faðirin,
enn at sníkja seg í eini látuligari reinsdjórasleðu,
og niður gjøgnum ein gravskitnan skortstein!

Nei, tú!
Út gjøgnum eina reina jómfrú,
tað er klassi!

Tú hevur jú altíð verið av einum heilt øðrum tilfari.

Tú gjørdi vatn til vín – vit …  vínið til gløgg.
Tú mettaða 5000 fólk við 4 fiskum – vit … 4 reiðarar við 155.000 tonsum.
Tú gjørdi sjúk, frísk – vit … frísk sjúk.
Tú tveitti handlarnar úr templinum  – vit … templini  inn í handlarnar.
Tú stóð upp úr deyðum  –  vit … sovna frá lívinum.

Tú, sum gekk á vatninum,
og vit,
sum ganga
skít.

Tú, sum lærdi okkum at tiga,
men tøgnin var so avdúkandi,
at vit lærdu okkum at rópa!

Tú, sum lærdi okkum at elska,
men vit skoldaðu okkum,
og lótu okkara kaldastu
gerast okkara sterkastu.

O’ størstur av øllum!
Tú, sum lærdi okkum at síggja ljósið,
men vit blendaðust,
og lótu alt drukna
í  milliardatals vakstrarhúsfremjandi jólaperum.
Ein søkkandi Titanic.

Hesin manngjørdi mastodontur ,
brølandi sítt seinasta vers
niður í sína ísakøldu vatngrøv.

Hesin láturligi ídnaður, ið ongantið skuldi søkka,
láturligi kapitalur, ið ongantíð skuldi drukna,
láturliga grátiligheitin, ið seint, men sikkurt
etur seg gjøgnum seinasta bitan.

Hví eiga vit ikki bara eitt vet av tínum vekjandi píski?
Ein snert av tíni virðiligu pínu?
Eina elalítla sveittperlu frá tínum útpínda likami,
ið fekk himmalin at skrædna
og hjólini at steðga.

Jesus!
Gev okkum ein seinasta kjansin:
Tí,
vit royndu,
um ikki annað

Bárður Persson

Her ber til at síggja upplestrar frá fyrsta føroyameistaraskapinum í Poetry Slam:

Advertisements
Posted in: yrkingar