Szymborska er deyð

Posted on 1 Februar 2012

0


Wislawa Szymborska (1923-2012)

Wislawa Szymborska varð borin í heim í 1923 í Bnin, ein lítil býur í vestur Pólandi. Foreldur hennara fluttu til Krakov í 1933, har hon hevur livað og arbeitt síðani.

Szymborska las polskar bókmentir og sosiologi í universitetinum í Jagellonia frá 1945 til 1948. Hon hevur skrivað fleiri enn fimtan bøkur.

Polsk søga frá seinni heimskríggi og gjøgnum stalintíðina í Pólandi ávirkaðu nógv skaldskap hennara. Szymborska hevur eisini ógvuliga persónligar yrkingar, har hon kannar stórar sannleikar í gerandisdegnum. “Sjálvandi rennir lívið seg í politikk, men yrkingar mínar eru ikki politiksar sum so. Tær eru meir um fólk og lív,” segði Szymborska, um sínar egnu yrkingar.

Í 1996 vann hon bókmentavirðisløn Nobels.

Vit prenta her frálíku yrkingina “Kona Lot” eftir Wislawa Szymborska. Týðingin er eftir Alexandur Kristiansen. “Kona Lot” er úr savninum Veingir, 99+33 týðingar, ið kom út Mentanargrunni Studentafelagsins í 2000.

KONA LOT

Eg hugdi aftur um meg
av forvitni, sigst.
Men eg kann eisini hava havt
aðrar grundir. Eg leit aftur um meg
tí eg saknaði mínar ognarlutir.
Av gáloysni, meðan eg bant sandalreimina.
Til tess at sleppa frá at síggja
í rættvísa nakkan
á manni mínum Lot.
Í vissuni um at eg var dottin,
hevði hann ikki so frægt sum
givið sær far um tað.
Av treiskni hins spakføra.
Av ótta, um nú onkur elti okkum.
Hugtikin av kvirruni,
í vón um at Guð hevði broytt ætlan sína.
Báðar døtur okkara vóru longu farnar um sýn.
Eg kendi ellina níva. Fjarstøðuna.
Tað høpisleysa í at rýma. Møðina.
Eg leit meg aftur um bak,
tá ið eg legði knýtið frá mær.
Hugdi uttan um meg,
óttasðist hvar eg skuldi stíga.
Allastaðni tustu fram ormar,
eiturkoppar, mýs og rægammar.
Hvørt um annað.
Ikki varð spurt um gott ella ilt – alt livandi
kreyp og leyp í felags ræðslu.
Skammfuktað soleiðis at sníkja meg avstað.
Tí eg hevði hug at skríggja,
at venda við aftur.
Ella ikki fyrr enn ein hvirla
loysti hár mítt og tók upp undir kjólan.
Eg hevði varhugan av,
at tey stóðu og eygleiddu meg
uppi á múrinum í Sodoma
og flentu hart, ferð eftir ferð.
Eg leit meg aftur um bak í illsinni.
At njóta glatan teirra.
Eg leit meg aftur um bak
av øllum teimum grundum eg havi nevnt.
Eg hugdi aftur um meg uttan at vilja tað.
Tað var kletturin eg stóð á,
sum knarrandi snaraði sær undir mær.
Har var ein riva ið brádliga
stongdi vegin fyr mær.
Á tromini gekk ein hamstur
upprættur á tveimum beinum.
og tað var tað, at vit bæði
litu okkum aftur um bak.
Nei, nei. Eg rann víðari,
grulvaði og flákraði,
til myrkrið loysnaði niður av himli,
og saman við tí gløðandi grót
og deyðir fuglar.
Kikkandi eftir ondini
snaraði eg mær fleiri ferðir runt.
Hann ið sá tað, hevði hildið at eg dansaði.
Møguliga vóru eygu míni opin.
Kann vera at eg datt
við andlitinum vendum
móti býnum.

Wislawa Szymborska
Alexandur Kristiansen týddi 

OMR