Vilt tú verða rithøvundur?

Posted on 22 Februar 2012

0


Forfatterskolen

Umsóknarfreistin hjá Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn fyri 2012 er 1. mars.

Ætlar tú tær at útbúgva teg til rithøvund, átti tú kanska umhugsað at søkt inn á Rithøvundaskúlan í Keypmannahavn. Men tú mást ikki drála ov leingi við at finna fram tínar bestu tekstir, tí umsóknarfreistin fyri 2012 er longu 1. mars.

Umsóknin
Onki krav er um prógv frá øðrum útbúgvingarstovni fyri at verða tikin inn á Rithøvundaskúlan. Tú skalt bara senda skúlanum nakrar síður av skaldskapi, sum tú hevur skrivað, og so skalt tú skriva nakrar reglur um, hvaðan tú fært tín íblástur.
Rithøvundaskúlin fær umleið 250 umsóknir árliga, 15 umsøkjarar verða bodnir til samrøðu, og av teimum verða bara 6-8 næmingar tiknir inn.

Útbúgvingin
Útbúgvingin sum rithøvundur tekur tvey ár, og ein hevur rætt til lestrarstuðul frá SU, meðan ein lesur.
Útbúgvingin er fyrst og fremst ein listalig útbúgving, men útbúnir rithøvundar frá Rithøvundaskúlanum eru eisini at finna í øðrum størvum enn sum rithøvundar, eitt nú ritstjórar, tíðandafólk, miðlafólk og háskúlalærarar.

Heimasíða
Les meira um upptøkutreytir, útbúgving og starvsmøguleikar á heimasíðu skúlans http://www.forfatterskolen.dk

AÓD