Litterär gestaltning

Posted on 26 Februar 2012

0


Litterär gestaltning

Eftir at vit her á heimasíðu Vencils kunngjørdu, at rithøvundaspírar innan 1. mars kunnu søkja inn á rithøvundaskúlan í Keypmannahavn, hava árvaknir lesarar gjørt vart við, at tað eisini ber til at lesa til rithøvund á lærda háskúlanum í Göteborg. Hesi tíðindi bera vit sjálvsagt gleðiliga víðari.

Rithøvundaútbúgvingin “Litterär gestaltning” í Göteborg er ein tvey ára útbúgving fyri  rithøvundar, ið skriva á svenskum, norskum ella donskum, og nýggir næmingar verða bara tiknir inn annað hvørt ár, næstu ferð nú í 2012. Umsóknarfreistin er 15. mars.

Les meira um útbúgvingina á heimasíðuni http://litterargestaltning.gu.se

AÓD