Browsing All Posts published on »mars, 2012«

Hátíðarhaldið fyri Karsteni Hoydal

mars 31, 2012

0

Seinnapartin í dag var minningarhátíð fyri Karsteni Hoydal, sum hevði fylt 100 ár 28. mars í ár. Í hesum sambandi var minningarsteinur avdúkaður. Steinurin stendur beint framman fyri kantinuna í tí stóra gula bygninginum. Við síðuna av steininum standa tey bæði høgu og hábærsligu trøini, sum Karsten Hoydal sjálvur plantaði í 1924. Hátíðarhaldið byrjaði við, […]

Karsten Hoydal 100 ár

mars 28, 2012

0

Tann 28. mars í 1912 varð Karsten Hoydal føddur í Hoydølum. Hann doyði 4. apríl í 1990. Karsten er eitt hitt størsta skaldið í føroyskum bókmentum. Hann var ógvuliga nærlagdur og tað, sum hann gjørdi, gjørdi hann ótrúliga væl. Bæði stuttsøgurnar, yrkingarnar, barnasøgurnar og týðingarnar eru á einum altjóða høgum støði. Tann 28. mars eru […]

Sunnudagsyrking

mars 25, 2012

1

Eg datt fram á eina yrking á gjár. Yrkingina havi eg lisið fleiri ferðir fyrr, men tað, sum sermerkir júst ta yrkingina, eg datt fram á er, at hetta er ein týðing eftir góða týðara okkara, Alexandur Kristiansen. Yrkingin eitur “I Saw a Chapel all of Gould” eftir William Blake. Hon ljóðar í týðing Alexandur […]

UM

mars 24, 2012

0

Rudyard Kipling skrivaði í 1895 yrkingina “If”. Henda yrking er vorðin heimskend, og um fólk ikki kenna hana, so er tað helst tí, at tey ikki hava fylgt nóg væl við í enskum, tá ið tey gingu í skúla. Í Vencli, ið kemur um páskirnar, hava vit “If” í føroyskari týðing. Tað er ein av […]

Bókmentanvirðisløn Norðurlandaráðsins 2012

mars 22, 2012

0

Aftur í ár er handað bókmenatavirðisløn Norðurlandaráðsins. Í ár fekk norski rithøvundurin Merethe Lindstrøm bókmentavirðislønina fyri skaldsøguna Dager i stillhetens historie. Grundgevingin frá dómsnevndini er henda: ”I en stilfærdig, præcis og eftertænksom prosa fortæller Lindstrøm om hvordan en dramatisk fortid langsomt bryder ind i en ældre kvindes liv og bevidsthed.” Merethe Lindstrøm er født i 1963 […]

Sankta Pátríksdagur

mars 17, 2012

0

Í dag er ein serligur dagur fyri allar írar, óansæð hvar teir eru í verðini. Hetta er dagurin tey heiðra og feira halgimennið, tey kalla St. Patrick ella St. Paddy. Írska tjóðarsúmbolið er tríkleyvarin, tey nevna shamrock. Vit leggja út her yrkingina “I’ll Wear a Shamrock” eftir Mary Carolyn Davis. I’LL WEAR A SHAMROCK   […]

Ummæli

mars 10, 2012

0

Nú varð annar ritstjórin á Vencli ummæltur í útvarpssendingini In Mente. Seinasta mikudag varð yrkingasavnið Blómugrót ummælt. Tað er annar ritstjóri vencils, Oddfríður Marni Rasmussen, ið hevur skrivað yrkingasavnið og forlagið Sprotin hevur givið út. Eisini varð yrkingasavnið 5,8% av dupultmorali eftir Vagn Streymoy ummælt í somu sending. Ummælið kann hoyrast her: Eisini ber til at keypa […]

Vencil á útsølu

mars 7, 2012

0

Vit, sum skriva og fáast við at geva út bøkur, koma fyrr ella seinni í ta støðu, at vit við knýttum hjarta og skelvandi sum eitt bókablað ein illveðurfongdan gerandisdag mugu viðurkenna og kyssa dustið, tí at vit enda á útsølu. Hjá okkum, sum starvast í bókaverðini er tað sum við deyðanum og flatskattinum. Øll […]

Trellund

mars 3, 2012

1

Yrkjarin Willum Peder Trellund Ragnar M Egholm skrivar soleiðis í Vencli 10. um sjáldsama yrkjaran Willum Peder Trellund. Föddur 12. august 1944,  deyður 19. desember 2006 í Keypmannahavn. Fyrstu ferð, eg hitti Willum ella Willum PT, sum hann eisini kallaði seg til stuttleika, var í “Ring Caféen”, yvir av Nørrebro statión í Keypmannahavn. Vit búðu […]