Vencil á útsølu

Posted on 7 Mars 2012

0


Vit, sum skriva og fáast við at geva út bøkur, koma fyrr ella seinni í ta støðu, at vit við knýttum hjarta og skelvandi sum eitt bókablað ein illveðurfongdan gerandisdag mugu viðurkenna og kyssa dustið, tí at vit enda á útsølu. Hjá okkum, sum starvast í bókaverðini er tað sum við deyðanum og flatskattinum. Øll doyggja vit og flatskatt mugu vit øll gjalda. Vit enda øll fyrr ella seinni á útsølu. Summi fyrr. Onnur seinni.

Vencil er eisini endaður á teimum bíligu røðunum. Hann fegnast tó um, at fólk hava fingið møguleikan at ogna sær hann fyri nógv minni, enn tey flestu feløgini fingu í lønarhækking, men ikki heilt so bíligna sum lønarhækkingina hjá Starvsmannafelagnum. Teir flestu eldru Venclarnir fást nú fyri lítið og lætt.

Tað kann væl vera, at Vencil fæst bíliga, men innihaldið er eins tungt sum tað altíð hevur verið.

Farið tí og ognið tykkum ein bíligan Vencil við tyngd í.

ES: Sigast kann eisini, at óbegrípiliga nógv seinkaði Vencilin, ið skuldi koma í november í 2011 er farin til umbrótingar, so nú styttist, og vit eru longu so smátt farnir til verka við Vencli nummar 12, ið skal koma út eftir páskirnar í 2012.