Sunnudagsyrking

Posted on 25 mars 2012

1


Eg datt fram á eina yrking á gjár. Yrkingina havi eg lisið fleiri ferðir fyrr, men tað, sum sermerkir júst ta yrkingina, eg datt fram á er, at hetta er ein týðing eftir góða týðara okkara, Alexandur Kristiansen.

Yrkingin eitur “I Saw a Chapel all of Gould” eftir William Blake. Hon ljóðar í týðing Alexandur Kristiansens soleiðis:

Og kirkjan var øll við gulli prýdd

Og kirkjan var øll við gulli prýdd
tó hagar kom eingin á gátt,
men uttanfyri stóð fólk og græt,
og mong vóru fallin í fátt.

Eg sá eina slangu, ein fúlan orm,
ið kreyp fram á kirkjuvøll –
hann breyt og breyt og skræddi av
tey gyltu hongslini øll.

Og inn eftir steinsetta gólvinum
hann smikrandi sneytaði runt,
so skreið hesin slímuti ormurin inn
í kór fram til altar og funt,

har goysti hann út sítt gor og gall
á altardúk, breyð og vín:
tí leitaði eg mær inn í eitt fjós
og legði meg millum svín.

William Blake
Alexandur Kristiansen týddi

OMR

Advertisements