Karsten Hoydal 100 ár

Posted on 28 mars 2012

0


Tann 28. mars í 1912 varð Karsten Hoydal føddur í Hoydølum. Hann doyði 4. apríl í 1990. Karsten er eitt hitt størsta skaldið í føroyskum bókmentum. Hann var ógvuliga nærlagdur og tað, sum hann gjørdi, gjørdi hann ótrúliga væl. Bæði stuttsøgurnar, yrkingarnar, barnasøgurnar og týðingarnar eru á einum altjóða høgum støði.

Tann 28. mars eru 100 ár liðin, síðani Karsten Hoydal varð borin í heim. Í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi í Hoydølum leygardagin 31. mars klokkan 16.

Skipað verður fyri einum tiltaki framman fyri Gamla húsið í Hoydølum leygardagin klokkan 16, har ein minnispláta, fest á stein, verður avdúkað.

– Á skránni eru røður, kórtónleikur og felagssangur. Eftir hátíðarløtuna verður ein drekkamunnur at fáa inni í Gamla húsi, sigur fyrireikingarnevndin. Og í nevndini sita Ingrið Sondum, Heðin M. Klein, Mikkjal N. Helmsdal og Jákup Símun Simonsen.

Til heðurs fyri Karsten Hoydal á 100 ára degi hansara prenta vit her yrkingina “Tvílyndi” úr fyrsta savni hansara Myrkrið reyða frá 1946.

Tvílyndi

Niðri á dýpi og undir ský
ævinligt rák í rúmd og tíð.

Feigur í roynd hvør formur er,
sum náttúrumegin almáttug ber,

brestur sum døgg eina morgunstund,
tá ið sólin brýtur sín náttarblund.

Býur úr steini og bergið høgt
varð urð og dust, áðrenn av var økt.

–––

Rísur og riður um sama bil,
gjálvur í tvíningi aæt sum er til
bæði innan og uttan mannaskil.

Nevnir tú fígginda nevni eg vin,
longsul og minni og tvinni og kyn.

Maður og kvinna tú saman sást
svartasta hatur og ljósasta ást.

Blóðsekar hendur, leikandi børn,
yðjandi lív í oyðan og ódn.

–––

Maður ið leitar sær tamari kor
enn skapan og morð,
eymari, fjálgari, deyðari kor
enn skapan og morð.

Nær verður heimsin evni tamt,
omanrudd fjøll og fylt hvør lág
og jørðin ein fløta at byggja á,
har sorgin og gleðin
viga í mannasinninum javnt.

Tað verður ein morgun myrkur sum kvøld,
tá ið sólin er sloknað og ísandi køld.

Karsten Hoydal

Á heimsaíðuni hjá Kringvarpinum er sendingin Tey 3 H’ini. Leinkið er her:

netvarp#tab=1;media=15855;sektion=1

OMR

Advertisements