Browsing All Posts published on »apríl, 2012«

Ikki hesi orðini

apríl 28, 2012

0

Henda ótruliga góða, lýriska yrkingin eftir Ebbu Hentze skal eiga heiðurin at verða sýnd úti í tí ævinliga tykisheiminum. Yrkingin er úr Brá nummar 16 frá 1991 bls. 2. Hon stendur eisini í savninum Stjørnudust, sum Ungu Føroyar góðu út í 2011. Turið Sigurðardóttir hevur savnað. Ikki hesi orðini Ikki hesi orðini lívið hvørvur í tí sagda millum orðini […]

Vencil 11 á veg

apríl 25, 2012

0

Leingi er tað, ið væl skal verða. Nú hava allir føroyingar, smáir og knáir, bíða eftir, at Vencil hin 11. skuldi koma. Kanska okkurt tár er felt og kanska onkur í máttloysi er farin út at renna í staðin fyri at endurlesa gamlar Venclar. Stúrið ikki meir. Nú kemur tann dagurin skjótt, at ein nýggjur […]

Hetta er ikki ein flaggrøða eftir Carl Jóhan Jensen

apríl 25, 2012

4

  Røðan á Vaglinum 25. apríl 2012   Lat meg siga tað beinanvegin: Hetta er ikki ein flaggrøða. Og nú tað er sagt fari eg at leggja fyri við trimum minnisbrotum. Tað fyrsta haðani av Vaglinum. Tað var einaferð tíðliga í trýssárunum. Eg var lágur í gøtuni enn. Hátíðardagur mundi vera, kanska var hetta á […]

Alheimsbókadagur 23. apríl

apríl 23, 2012

0

UNESCO, alheimsstovnur Sameindu Tjóða fyri útbúgving, vísindi og mentan, hevur síðan 1995 hátíðarhildið 23. apríl sum alheimsbókadag. Hesin dagur er eitt sindur sermerktur í bókmentasøguligum høpi, tí nógvir kendir rithøvundar eru antin føddir ella deyðir – ella bæði tvey – 23. apríl. William Shakespeare varð føddur 23. apríl 1564 og doyði 23. apríl í 1616 […]

Steinbjørn B. Jacobsen farin

apríl 13, 2012

0

Mynd: Randi Ward Steinbjørn B. Jacobsen f. 30.09.1937 – d. 12.04.2012 Steinbjørn B. Jacobsen, ein av okkara fremstu nútíðarskøldum, er farin. Steinbjørn kom sum eitt frískt lot inn í føroyska yrkjaraheimin við sínum stuttu, konkretu yrkingum. Nógv varð tosað um hetta yrkingaslagið, og nógv mettu hetta ikki sum yrkingar. Hvør kennir ikki hesa: lotið tolið […]

Tað sum sigast má

apríl 10, 2012

0

Í kjalarvørrinum á yrkingini “Was gesagt werden muss” eftir Günther Grass, sum hevur staðið í útlendskum bløðum, hevur tikið seg upp eitt hart tiltrongt kjak um innihaldið og formin í tí, sum Günther Grass hevur at siga um gýðingahatur og kjarnorkustøðuna í Ísrael og Iran. Eisini hevur verið tosað nógv um samfelagsligu støðuna hjá rithøvundum. […]

Sarajevo leygardag reyða

apríl 7, 2012

0

Í sambandi við, at tað eru 20 ár síðani ræðuliga borgararkríggið byrjaði í fyrrverandi Jugoslavia, fara vit at leggja út her seks yrkingar eftir Charles Simic. Í Sarajevo hava tey sett upp 11.542 reyðar stólar á eina gøtu. Hesir súmbolisera tey plássini, sum eftir blóðugua bardagan síta tóm. Charles Simic (f. 1938) føddur og uppvaksin […]

Páskayrking

apríl 6, 2012

0

Skemtið Tá ið Jesus varnaðist, at hann var negldur á krossin, knústur av vónloysi, kallandi “Hví fórt tú frá mær?” góðtók hann søguna um einhvønn persón, ið knappliga varnast ikki at hann ella hon er svikin, men at har var ongantíð ein svíkjari, tí at hugmyndin av ódeyðileika tað vil siga viðfødd rættindi hjá einumhvørjum […]

“Eg sá teir bestu heilarnar í mínum ættarliði”

apríl 3, 2012

0

5. apríl í 1997 andaðist mæta skaldið Allen Ginsberg. Allen Ginsberg (1925-97) var helst hitt týdningarmesta skaldið í farnu øld. Sjálvandi er ilt at taka dagar ímillum skøld, og tað er eisini ein persónlig meting og smakkur. Ginsberg er ein yrkjari, sum eg taki fram við jøvnum millumbili og lesi. Eg tók mær bókina, Last Words […]