Páskayrking

Posted on 6 Apríl 2012

0


Matthias Grünewald

Skemtið

Tá ið Jesus varnaðist, at hann
var negldur á krossin,
knústur av vónloysi,
kallandi
“Hví fórt tú frá mær?”
góðtók hann søguna
um einhvønn persón, ið knappliga varnast
ikki at hann ella hon er svikin,
men at har var ongantíð
ein svíkjari,
tí at hugmyndin av ódeyðileika
tað vil siga viðfødd rættindi hjá einumhvørjum menniskja
hvørvir so líðandi
til hon er horvin
og vit kalla rópandi.

Ron Padgett
Oddfríður Marni Rasmussen týddi

(Úr savninum: How Long frá 2011)