Sarajevo leygardag reyða

Posted on 7 Apríl 2012

0


Í sambandi við, at tað eru 20 ár síðani ræðuliga borgararkríggið byrjaði í fyrrverandi Jugoslavia, fara vit at leggja út her seks yrkingar eftir Charles Simic.

Í Sarajevo hava tey sett upp 11.542 reyðar stólar á eina gøtu. Hesir súmbolisera tey plássini, sum eftir blóðugua bardagan síta tóm.

Charles Simic (f. 1938) føddur og uppvaksin í Beograd í fyrrverandi Jugoslavia. Rímdi til USA í 1958, har hann býr. Hann hevur givið út fleiri enn 60 bøkur, og hevur hann fingið tær flestu virðisløniranr, ið eru í USA. Millum aðrar vann hann Pilitzer virðislønina í 1990.

Yrkingarnar hava staðið í 9. Vencli.


Oktober kemur

Eg havi bara eina lítilsverda meyru
At hugsa við í dag.
Onnur hava myndir av halgimennum,
Onnur hava skýggj á himmalinum.

Veturin stendur møguliga fyri durum,
Tí hann er púra einsamallur
Og í skundi at krógva seg.
Tó ikki førur fyri at avgera

Gongur hann aftur somu leið
Fleiri ferðir og finnur seg sjálvan
Á einum stórum blonkum veggi
Ið ikki hevur vindeygu.

Døkkar nøgdir av trøum
Leggja sínar villinuborgir fram fyri hann
Bara fyri síðani at viska tær
Við listilærdum ljóði av brotasjógvi.

Heimsveldið úr dreymum

Á fyrstu síðu í dreymabók míni
Er altíð kvøld
Í einum hersettum landi.
Tími áðrenn útigongubannið.
Ein lítil landspartabýur.
Húsini eru øll myrk.
Framsíðurnar á handlunum oyðilagdar.

Eg standi á einum gøtuhorni
Har eg ikki átti at verið.
Einsamallur og frakkaleysur
Eg eri farin út at leita
Eftir einum svørtum hundi sum svarar mínum bríksli.
Eg havi okkurt sum líkist einum føstulávintsskorti
Sum eg ikki tori at lata meg í.

Skógvar mínir

Skógvar, loyndarfulla andlitið í innara lívi mínum:
Tveir gapandi tannleysir munnar,
Tvey lutvíst upployst djóraskinn
Ið lukta av músareiðrum.

Beiggi og systir mín ið doyðu við føðing
Halda fram at liva í tykkum,
Leiðbeina lívi mínum
Fram móti teirra ófatiliga sakloysi.

Hvat skal eg brúka bøkur til
Tá ið tað í tykkum er gjørligt at lesa
Gleðiboðskapin um lív mítt á jørð
Og eisini handan tað sum koma skal?

Eg ynski at kunngera átrúnaðin
Eg havi ráðlagt til tykkara fullkomnu eyðmýkt
Og hina løgnu kirkju eg byggi
Við tykkum sum altar.

Sjálvsagandi og móðurligir halda tit á:
Skyldskapur er við oksan, við halgimenni, við glataðar menn,
Við tykkara kvirru langmóð, skapandi
Einasta trúliga líkskap við meg sjálvan.

Eygu fest við pinnum

Sum deyðin arbeiðir nógv,
Ongin veit hvussu langan
Arbeiðsdag hann hevur. Lítla
Konan altíð einsamøll
Strýkur vaskaðu klæði deyðans.
Tær vøkru døturnar
Borðeiða deyðanum nátturða.
Grannarnir ið spæla
Melda Kríggj í urtagarðinum
Ella ið bara sita á trøppunum
Og drekka øl. Ímeðan
Deyðin, í einum løgnum
Býarparti leitar eftir
Onkrum sum hostar illa,
Men adressan er onkursvegna skeiv,
Sjálvt deyðin dugir ikki at rokna tað út
Ímillum allar tær læstu hurðarnar …
Og tað fer at regna.
Ein long og vindhørð nátt fyri framman.
Deyðin ið ikki hevur so mikið sum eina avís
At verja høvdið við, ikki so mikið sum
Eitt oyra at ringja til hann ið hjánar burtur,
Letur seg spakuliga úr, linur,
Og strekkir seg nakin
Á deyðans síðu av seingini.

Á bókasavninum

til Octavio

Tað finst ein bók nevnd
“Einglanna orðabók.”
Ongin hevur lætið hana upp í fimmti ár,
Eg veit, tí at tá ið eg læt hana upp,
Ríkti perman, síðurnar
Molnaðu sundur. Tá varnaðist eg

At einglarnir einaferð vóru eins ríkiligir
Sum tað vóru flugusløg.
Í skýminginini plagdu skýggini
At yðja við teimum.
Tú var noyddur at veittra við báðum ørmum
At halda teimum burtur.

Nú skínur sólin
Gjøgnum tey høgu vindeyguni.
Bókasavnið er eitt friðarligt stað.
Einglar og gudar flokkast
Í døkkum óupplatnum bókum.
Hitt stóra loyndarmálið liggur
Á onkrari hill sum Miss Jones
Hvønn dag gongur framvið á sínum vanligu gongdum.

Hon er ógvuliga stór, so hon hellir
Høvur eins og lurtar hon.
Bøkurnar teska.
Eg hoyri onki, men hon hoyrir.

Dúgvur um morgunin

Óvanliga nógv hevur verið roynt
At fjala ymiskt fyri okkum, mín vinur.
Summi eru uppi til seint um morgunin
Og leita í sálini.
Onnur læta hvønn annan úr í myrkum rúmum.

Ríkjandi gamla liftin
Loraði okkum fyrst niður í ískalda kjallaran
At vísa okkum eina tvøgu og eina spann
Áðrenn vit vórðu hird uppaftur
Suffandi og grenjandi.

Undir tí ómetaligu morgunskýggjunum
Liggur býurin friðarligur fyri okkum.
Alt bíðar:
Tøk og vatntorn,
Skýggj og hvítir roykflókar.

Vit mugu vera tolin, søgdu vit við okkum sjálv,
Lurta um dúgvurnar fara at kurra
Fyri henni ið kemur fram í vindeygað
At geva teimum einglakøku,
Næstan ósjónlig, men ikki fyri klæna armi hennara.

Charles Simic
Oddfríður Marni Rasmussen týddi