Tað sum sigast má

Posted on 10 Apríl 2012

0


Í kjalarvørrinum á yrkingini “Was gesagt werden muss” eftir Günther Grass, sum hevur staðið í útlendskum bløðum, hevur tikið seg upp eitt hart tiltrongt kjak um innihaldið og formin í tí, sum Günther Grass hevur at siga um gýðingahatur og kjarnorkustøðuna í Ísrael og Iran. Eisini hevur verið tosað nógv um samfelagsligu støðuna hjá rithøvundum. Skulu teir hava eina politiska meining ella ikki, og kann ein slík politisk meining standa seg í einari yrking?

Eg haldi, at tað er uppgávan hjá einum høvundi, at tala at skeivleikum, sum eru millum menniskju av politiskum, átrúnaðarligum og/ella av sosialum áðum. Verða menniskju kúgað og trýst til at gera móti sínum vilja, íðan, so hava flest menniskju tann rættin at trýsta ímóti. Tað, sum eyðkennir søguna er, at trýst elvir til móttrýst. Við hesi einklu grundreglu, flytur verðin seg – ikki altíð fram, men onkran veg, ið hvussu so er.

Høvundar hava tað frælsið, at ikki er neyðugt hjá teimum at verja ella halda seg til ein ávísan átrúnað, eina ávísa politiska hugmyndafrøði, og tí skulu teir sjálvandi trýsta ímóti, har gjørligt er at trýsta ímóti. Summir hava enntá lagt seg undir valdið hjá einaveldinum, men eru ikki vorðnir verri høvundar av tí. Nevnast kann ein meistari sum Knut Hamsun, ið nálgaðist uppi í nasismuni, men sum skrivaði bøkur, ið als ikki samsvaraðu við hansara politiska lit. Tó eru hesir í fátali.

Skaldsøgur hava tann eginleikan framum yrkingina, at tær kunnu lata persónar og støður henda, sum eru viðmerkingar til samtíðarsøgu og politiskar støður. Nevnast kunnu Blikktrumman eftir Günther Grass, sum hevði stóra ávirkan á eftirkrígstíðina. Ein bók sum Extremely Loud and Incredibly Close eftir Jonathan Safran Foer, sum er ein viðmerking til tað, sum hendi eftir 11. september 2001. Skaldsøgan sum tekstaslag er góð til júst slíkar politiskar viðmerkingar, sum kunnu fáa fólk til at hugsa og undrast á søguligar hendingar og harvið taka eina støðu.

Hetta er ikki á sama hátt galdandi fyri yrkingar. Russiski yrkjarin Arkadij Dragomosjtjenko nemur við kjarnina í yrkingini, tá ið hann sigur, at “poesi er altíð okkurt annað”. Yrkingar eru fyltar við poetiskum amboðum, sum “altíð eru okkurt annað”, og politikkur er ofta okkurt annað, men tá er ikki talan um poetisk amboð, sum abstrahera veruleikan ella tað ítøkiliga til okkurt óítøkiligt. Tá er talan um stórpolitiska falsan, og tað er lítið poetiskt. Og tó. Tað eru eisini yrkjarar og yrkingar, ið hava megnað at skriva góðar, politiskar yrkingar, sum veruliga hava flutt fjøldina og harvið politikk. Eisini hava yrkingar verið skrivaðar, ið hava havt stórar, politiskar fylgjur. Allen Ginsberg skrivaði á sinni yrkingina “Howl” (Á føroyskum eitur hon “Ýl”, og stendur hon í 1. Vencli. Gunnar Hoydal týddi), sum hann sat í fongsli fyri, og sum fekk ungdómin í San Francisco at gera um seg.

Í suðuramerika eru fleiri skøld, ið av poltiskum áðum antin hava livað í útlegd ella hava latið lív, tí at teir hava skrivað yrkingar móti politiskum skipanum. Victor Jara varð skotin, tí at hann setti seg upp ímóti stýrinum í Kili. Enn tann dag í dag liva fleiri yrkjarar í útlegd, tí at politiska stýrið í teirra egna landi liggur teimum eftir lívinum.

“Totesfuga” eftir Paul Celan (Hon stendur í 5. Vencli. Heðin M. Klein týddi. Hon stendur eisini í Varðanum, bind 60, 1993) er ein yrking, sum bæði innihaldsliga og skaldsliga er í einum heilt øðrum lofthválvi enn ykringin eftir Günther Grass.

Vit í vesturheiminum, ið hava eina fólkaræðisliga stýrisskipan, har vit hava talu- og skrivifrælsi undir egnari ábyrgd, vit kunnu siga og skriva tað, sum vit vilja, bara vit sjálv kunnu taka ábyrgdina.

Salman Rushdie mátti fara undir heilt, tí at átrúnaðarligir/politiskir bólkar vildu drepa hann. Tað krevur dirvi úti í stóru verð at ofra seg sjálvan og skriva móti teimum, ið ráða.

Í heiminum eru yrkjarar, ið hava vart arbeiðaran, tey av afrikanskum uppruna, og í heiminum eru eisini stýri, ið hava brent bøkur, sum siga menniskjum ov nógv.

Boðskapurin í slíkum politiskum mótmælisskaldskapi er greiður. Hann er ikki til at taka feil av. At skriva yrkingar, ið hava eitt politiskt innihald og ein politiskan boðskap, og samstundis varðveita tað skaldsliga, er ótrúliga ringt. Tær líkjast lesarabrøvum, ið eru sett upp sum yrkignar, og innihaldsliga eru tær heldur ikki øðrvísi.

Fyri at fara aftur til byrjanina og nýggjasta goyggið á skaldskaparpolitiska hválvinum og yrkingina eftir týska stórskaldið og nobelvinnaran, Günther Grass, so kunnu vit fegnast um, at ein maður við slíkari navnfrægd sum Günther Grass sendir ein slíkan boðskap í skapi av einari yrking, tí at yrkingin hevur ikki livað eins væl og hini meir prosakendu tekstasløgini. Hon hevur havt eina støðu sum okkurt óskiljandi, ið hevur verið skrivað um kenslur og tankar hjá einum persóni og tí lívi, sum persónurin livir í. Verður yrkingin brúkt til at miðla poltiskan boðskap, so vóni eg, at tær ikki verða eins vánaligar og yrkingin eftir Günther Grass. Hon er ikki øðrvísi enn eitt vánaligt lesarabræv, har reglurnar eru býttar sundur, soleiðis, at tað skal líkjast einari yrking. Yrkingin er full av klisjum og orðingum, sum ikki gera yrkingina til eina góða yrking, men til eina støkkprosayrking, ið eyðkendi yrkingaskilið í sjeytiárunum.

Sum týskari og heimsborgari skal tú jú ikki fella eitt skevit orð um jødar. Hetta ger Günther Grass, og tað er sjávlandi eisini við til, at boðskapurin verður tulkaður sum eitt (enn) eitt álop á jødar, og tá ið ein maður sum Günther Grass, ið hevur verið aktivur í arbeiðnum fyri friði og í kjakinum um innflytarar og flóttafólk, tá ið verður hann sjálvandi munnliga kákstrokin av vesturheiminum, og tá ið hann mótmælir í einari yrking, so verður yrkingaformurin eisini álopin. Hetta er sjálvandi væl skiljandi, ið hvussu tann seinni parturin.

Yrkingin eftir Günther Grass fer ikki í søguna sum eitt meistaraverk eins og hini verkini, hann hevur skrivað. Hon fer í søguna sum ein politisk og skaldslig undirgrein, at tað er nobelvinnarin Günther Grass, sum hevur skrivað hana, og tað gevur tí politiska boðskapinum ein týdning og eina vekt, sum umheimurin lurtar eftir. Hevði onkur annar enn Günther Grass havt skrivað hasa yrkingina, hevði hon neyvan verið prentað.

Eitt er tó vist, og tað er, at høvundar hava verið við til at broytað heimin til tað betra, og tí er ikki at gevast á hondum við tí arbeiðinum.

Her er so ykringin, øll tala um. Tað er Carl Jóhan Jensen, sum hevur týtt yrkingina til føroyskt. Carl Jóhan Jensen er ein av teimum heilt fá yrkjarunum í Føroyum, sum hevur skrivað politiskar yrkingar – ella skjaldur.

Tað sum sigast má

Hví havi eg tagt og dult so leingi
tað sum er opinbert og aftur
og aftur vant í krígsspölum, har vit,
um vit yvirliva, í besta lagi enda
sum ein ill undirgrein.

Tað er hesin sonevndi rætturin til fyribyrgjandi álop,
ið saktans kann beina fyri iranum, hesum kjaftbreiða kúgaða
og í fyriskipaðum fagnaði niðurbundna
fólkinum, nú gitingar eru frammi um
at kjarnorkuvápn verða smíðað í teirra umveldi.

Men hví aftri eg meg so í, meðni,
at nevna onnur lond við navni
sum gud viti hvussu leingi – um enn í loyndum-
hava havt eina vaksandi kjarnorkutilbúgving,
men uttan eftirlit, uttan nakrar kanningar sum helst?

At soleiðis verður hult yvir hesi viðurskifti,
hetta at tøgn mín legnar seg eftir teirri almennu tögnini,
kenni eg sum eina tyngjandi lygn,
sum eitt bann, ið rópar eftir revsing um tað ikki verður virt;
“gýðingahatur” eitur dómurin javnan.

Íðan hvat, nú land mítt,
sum av og á noyðist at taka í egnan barm
og standa til svars fyri óbótalig brotsverk,
enn eina ferð sum var tað ein avgreiðsluspurningur bara,
um enn íðuliga við dámi av iðranargerð,
ætlar at lata Ísrael ein kavbát afturat
serliga útgjørdan til at beina
altoyðandi spreingiløðingar hagar,
ið eingin við vissu veit um ein einasta kjarnorkubumba finst,
men kortini illgruni vil roknast fyri sannprógv,
tí sigi eg tað, sum má sigast.

Men hví havi eg higartil tagt?
Av tí at eg helt uppruna mín,
ósvitaliga dálkaðan,
bannað mær at nevna hesi viðurskifti
sum ein greiðan sannleika um Ísrael,
eitt land, ið eg eri og altíð fari
at verða knýttur at.

Men hví sigi eg hetta nústani,
aldraður og við seinasta blekkdropanum:
Kjarnorkuveldið Ísrael hóttir
ein ein framundan viðbreknan heimsfrið?
Eg sigi tað tí at tað, sum má sigast
kann longu í morgin verða ov seint;
Og tí at vit – illgitnu týskarar –
kunnu gerast partur í einum brotsverki
sum er fyrisigiligt og samsekt okkara
tískil ikki fjalast við teimum vanligu undanførslunum.

Nei, illanstíð tigi eg longur.
Hyklið í vesturheiminum
er mær ovboðið; harumframt vóni eg,
at onnur evna at loysa seg undan tögnini eisini
og fara at skora tey, sum eru atvoldin í hesum vanda,
til ikki at brúka vápnamegi
og somuleiðis krevja
at ein altjóðastovnur,
sum bæði londini hvørt sær viðurkenna
fær óavmarkað og varandi eftirlit
við ísraelskari kjarnorku
og iranskum kjarnorkuverkum.

Bert soleiðis ber til at hjálpa
ikki bert Ísraelum og Palestinum,
men eisini öllum grannafíggindum,
har um vegir, í hesum londunum,
sum eru hertikin av yvirsjónum,
og tá ið av tornar eisini okkum sjálvum.

 

Günther Grass
Carl Jóhan Jensen týddi

OMR