Steinbjørn B. Jacobsen farin

Posted on 13 apríl 2012

0


Mynd: Randi Ward

Mynd: Randi Ward

Steinbjørn B. Jacobsen

f. 30.09.1937 – d. 12.04.2012

Steinbjørn B. Jacobsen, ein av okkara fremstu nútíðarskøldum, er farin. Steinbjørn kom sum eitt frískt lot inn í føroyska yrkjaraheimin við sínum stuttu, konkretu yrkingum. Nógv varð tosað um hetta yrkingaslagið, og nógv mettu hetta ikki sum yrkingar. Hvør kennir ikki hesa:

lotið
tolið

síl
smíl

á
á

Fyrst í 60 árunum, tá ið Steinbjørn kom heim til Føroya eftir at hava tikið seminarprógv sum fólkaskúlalærari, fingu føroyingar at síggja á føroyskum máli nýtt yrkingaslag og sjónleik, sum tók upp samtíarviðuskifti.

Steinbjørn royndist væl í teimum flestu tekstasløgunum og var ein skaldsligur oddviti. Hann skrivaði bæði skaldsøgur, filmsleikrit, hugleiðingar, sjónleikir, yrkingar og barnabøkur. Nú herfyri varð tosað um, at ein søga í barnaútvarpinum hevði ein heldur harðan málburð, sum ikki fall í góða jørð hjá summum, sum ikki heilt hava skilt, hvat veruligur skaldskapur hevur týða. Meg minnist einaferð, tá ið Steinbjørn úti á Háskúlanum legði fram eina av skaldsøgum sínum. Tá greiddi hann frá, at mamman hevði ringt til sín, og hon var ikki blíð. “Steinbjørn, góði,” hevði hon sagt. “Behøvist tú at banna í bókunum?” hevði hon spurt hann. Steinbjørn svaraði: “Momma, góða. Tá ið ein maður hevur fingið fingrarnar í spæli umborð á einum skipi, mitt úti á víðum havi, tá rópar hann ikki: “Jesus, vælsigni teg, sløkk spælið.” Hann rópar: “For, helvitið sløkk hatta spælið!” Steinbjørn vildi hava, at skaldskapurin hjá sær skuldi fortelja eina góða og veruliga søgu og verða inniligur – eins og Steinbjørn sjálvur.

Møtti tú Steinbjørn, so prátaði hann óført. Hann hevði altíð tíð til eitt gott prát, har hann tosaði um familju, skaldskap, og tíðina, hann starvaðist sum lærari í Húsavík og í Kommunuskúlanum. Steinbjørn var altíð líka glaður (men ongantíð líkaglaður) og fróður at hitta. Tá ið hann starvaðist sum lærari í Kommunuskúlanum, gekk hann altíð til arbeiðis. Var illveður, regn, kavi ella stormur, so gramdi hann seg ikki. Oysti niður, plagdi hann at siga, at hann ikki var vátur. Hetta segði hann ikki, tí at hann var tvørur. Hetta segði hann, tí at hann vildi ikki siga nakað ilt um Føroyar. Steinbjørn elskaði sítt land og tað fólk, ið her býr. Hvar hann fór, vardi hann sínar landsmenn.

Steinbjørn hevur havt nógv at siga fyri ungar yrkjarar, ið vildu royna seg. Hann plagdi at ummæla debutantar, men ongantíð hevðist hann at. Hann ummælti uppbyggjandi, soleiðis, at hetta unga skaldið kendi seg væl, og fekk áræði at yrkja víðari.

Einaferð, eg fyri tíggju árum síðani var og vitjaði Steinbjørn, fekk eg heildarsavnið Tinna og Tám (1997). Tá skrivaði hann í bókina:

Góði Oddfríður
Blíðan og harðan byr.
Tað grør um gangandi fót og svøltin verður sitandi kráka.

Bestu heilsanir
Steinbjørn

Steinbjørn visti, at lívið ikki bara hevði blíðan byr við sær. Hann visti kanska betur enn flest, at lívið eisini var hart.

Føroyski skaldaheimurin hevur mist eina týðandi rødd, men eftir stendur skaldskapurin og í skaldskapinum hoyrist røddin í hvørjum orði.

Eg fari at enda hesi fátæku orðini við ríku orðunum eftir Steinbjørn sjálvan. Yrkingin er úr yrkingasavninum Lív (1981):

Aftur og aftur
skal sólin rísa
Eitt ótal av eygum
Skulu møta henni
Men tvey eygu vanta
Tvey eygu
sær hon ikki

Friður veri við minninum um Steinbjørn B. Jacobsen (1937-2012)

Mynd: Randi Ward

Mynd: Randi Ward

Eftir Steinbjørn er henda bulmikla skaldaskráin:

Bøkur:

Við tær bøkurnar, hann sjálvur hevur givið út, er støddin á útgávuni nevnd.

Heimkoma, yrkingar 1966, 700 eintøk.

Fræ, yrkingar 1968, 500 eintøk.

Hønan og hanin, barnabók 1970, 2. útgáva 1976 samstundis á norskum, 3. Útgáva 1987, tilsamans 5000 eintøk.

Hin snjóhvíti kettlingurin, barnabók 1971, stóð á svenskum í Kammeratposten 1974, 2. útgáva 1987, tilsamans 5000 eintøk.

Mæið, barnabók 1972, 2. útgáva 1976 samstundis á norskum, 3. útgáva 1987, tilsamans 6000 eintøk.

Krákuungarnir, barnabók 1972, 4000 eintøk.

Kjøkr, yrkingar, 500 eintøk.

Lív og hundurin, barnabók 1974.

Á veg millum bygda, stuttsøgusavn 1975, 1000 eintøk.

Gráisteinur, barnabók 1975, 3000 eintøk.

Ivaliva og aðrir leikir, Ivaliva og einaktaran Fløskurnar leiktir í 1969, útgivnir 1975, 700 eintøk.

Skipið, sjónleikur, leiktur í 1975, týddur til íslendskt og leiktur í Þjóðleikhúsinum 1977, kom út í bók 1982.

Hin reyða ryssan, barnabók 1979, í norskari týðing 1980.

Maria og rossið, barnabók (framhald) 1980, í norskari týðing 1982.

Tægr, yrkingar 1980.

Lív og dýrini, barnabók 1981.

Lív, yrkingar, ognað øllum ið missa, 1981, 1000 eintøk.

Mia og Eyð, barnabók 1981.

Tey bæði í húsinum, sjónleikur 1982, 1000 eintøk, leiktur sama ár.

Brá úr USA, ferðafrásøgn 1982.

Dia og Mia, lesibók 1982.

Reyða, barnabók 1983 (endin á ryssubókunum), á norskum 1985.

Læraramyndir, yrkingar 1984.

Hall, skaldsøga 1984, 1300 eintøk, 2. útgáva 1985, 500 eintøk.

Sí og Sú, barnabók 1985.

Trý leikrit, 1985, 500 eintøk.

Uni og Una, barnabók 1987.

Sí og Sú síggja, barnabók 1987.

Tungl, yrkingar 1987.

Vár og mánin, barnabók 1989, samprent við norskari og svenskari útgávu.

Kasta, skaldsøga 1991, 1200 eintøk.

Lítli Páll í Nólsoy, barnabók 1992.

Tvey systkin, barnabók 1993.

Eftir nátungum, barnabók 1993.

Bárður Jákupsson, listabók 1994.

Húsið o.a. stutt, sjónleikir 1997.

Tinna og Tám, heildaryrkingarsavn 1997.

Jólabørn, 24 barnasøgur, útvarpskalendarin 1999.

Nólsoyar Páll, sjónleikur 2000.

Eg eigi, barnabók 2001.

Karr, yrkingar 2001.

Grund 1, minnisbrot 2004.

Grund 2, minnisbrot 2005.

Soleiðis er, útvarpsleikur 2006.

Grund 3, minnisbrot 2011.

Soleiðis er, útvarpsleikur. Hvørki leiktur ella útkomin.

Den gode vilje, sjónvarpsleikur á donskum, saman við Gunnari Hoydal, 1976.

Náttúran og børnini, barnafilmshandrit, 1977.

Her eru vit, barnasangir á ljóðbandi, 1984.

Flytifuglur, savn við útlendskum yrkingum, saman við Heðini M. Klein, 1972.

Sjón og seiggj, heiðursrit til Erlend Patursson, saman við Heðini M. Klein, 1983.

Ung orð 1, 1984 og Ung orð 2, 1985, søvn, saman við Árna Dahl og Ásu Magnussen.

Hon kysti hann, savn við føroyskum ástaryrkingum, 1985.

Floygd orð 1 og Floygd orð 2, 1988, savn, saman við Árna Dahl, Ásu Magnussen og Páll Sivertsen.

Heiðurslønir

1976 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs

1981 Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri Fagurbókmentir

1985 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs

Mynd: Randi Ward
Mynd: Randi Ward
OMR
Advertisements