Alheimsbókadagur 23. apríl

Posted on 23 apríl 2012

0


UNESCO, alheimsstovnur Sameindu Tjóða fyri útbúgving, vísindi og mentan, hevur síðan 1995 hátíðarhildið 23. apríl sum alheimsbókadag. Hesin dagur er eitt sindur sermerktur í bókmentasøguligum høpi, tí nógvir kendir rithøvundar eru antin føddir ella deyðir – ella bæði tvey – 23. apríl.

William Shakespeare varð føddur 23. apríl 1564 og doyði 23. apríl í 1616 (roknað eftir julianska kalendaranum, sum tey brúktu í Onglandi á døgum Shakespearar). Sama ár, 1616, eisini 23. apríl, doyði Miguel de Cervantes (roknað eftir gregorianska kalendaranum). Seinni vórðu aðrir mætir høvundar bornir í heim 23. apríl, eitt nú Vladimir Nabokov (1899), sum vit prentaðu eina søgu eftir í Vencli Nr. 2/2007, og Halldór Laxness (1902), sum vit enn eiga á at prenta í Vencli.

Vencil vil fegin hátíðarhalda hendan stóra dag við einum forsmakki frá 12. nummari, sum kemur út um nakrar dagar. Tað gera vit við einari yrking eftir Alexandur Kristiansen, sum er okkara egna íkast til røðina av mætum rithøvundum, sum eru føddir 23. apríl. Vit ynskja Alexanduri til lukku við føðingardegnum, og lesarum Vencils og øllum bókmentaheiminum annars ein góðan bókadag.

Nátt og tað sirmar úr ský

Nátt og tað sirmar úr ský,
fjøllini gráblá og líðin grøn,
vaggandi strá sum í kvirrari bøn
geva eygunum lit og tíð.

Ljódliga dýpist hvør á,
dimmist í huga hvør bakkaurt,
neystini kám reka tigandi burt
á tí blikandi stillu vág.

Enn við tín vanga og kinn
nøtrar ein glæma við kæti lødd,
meðan tú sáar við bivandi rødd
tínar dreymar í myrkrið inn.

Rekur tú myrkrið á flog,
leggur tú vandin øll tíni mið,
floygdur skal hugur tín kenna tað við,
at í havsbrúnni leikar log.

Nátt og tað sirmar úr ský,
fjøllini gráblá og líðin grøn,
okkum er verðin so víkjandi vøn
og so fevnandi fjálg og víð.

Alexandur Kristiansen

AÓD

Advertisements