Ikki hesi orðini

Posted on 28 Apríl 2012

0


Henda ótruliga góða, lýriska yrkingin eftir Ebbu Hentze skal eiga heiðurin at verða sýnd úti í tí ævinliga tykisheiminum. Yrkingin er úr Brá nummar 16 frá 1991 bls. 2. Hon stendur eisini í savninum Stjørnudust, sum Ungu Føroyar góðu út í 2011. Turið Sigurðardóttir hevur savnað.

Henri Michaux

Ikki hesi orðini

Ikki hesi
orðini
lívið hvørvur
í tí sagda

millum orðini
tigandi nev
útbløddir fuglar

ikki hesi
orðini
men tey sum krevja
nýggjan búna

Náttarorðini
ið ósøgd fara
við svørtum loti
syngja tín sang
lata myndirnar í
ljóðlitir
svølgja mánan
skyggja á svørtum greinum
til degningskuldin
kemur …

Ebba Hentze

OMR