Í dag fyllir ein av best umtóktu og týdningarmestu høvundunum í Danmark 60 ár. Pia Tafdrup var fødd 29. mai í 1952. Hon hevur gingið á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Fyrsta yrking hennara stóð í tíðarritinum Chancen í 1980. Í 1981 kom út fyrsta savn hennara, Når der går hul på en engel. Síðani 1981 hevur givið […]
mai 23, 2012
Morgun Renn, sól, upp úr havi so glæmu-ung, rís hátt á himinsins boga, nú brotnar og brestur náttin tung, og tindarnir taka at loga. Nú eru vit aftur Alheims børn og vakna í ríkum roða. Nú hitar tú urð og flidnalond og lendir í køldum gjáum, tú skyggir á báru og hyljastrond og lýsir […]
mai 21, 2012
Tíðin er løgin. Onkuntíð kann tíðin tykjast at aka sum snigil í hálku, aðrar tíðir kann hon renna sum hara í undanvindi. Tey, ið hava bíða eftir, at tíðin skuldi koma, tá ið Vencil hin 11. kom út, hava ikki bíðað til fánýtis. Nú er hann her. Í Vencli 11 eru eins og í hinum […]
mai 18, 2012
Mánadagin kunnu føroyingar eisini njóta tann nýggja Vencilin, tann, sum Jens Stoltenberg so stoltur heldur í. Javnaðarflokkurin hitti Stoltenberg, og frá teimum fekk hann nýggja Vencilin og eitt prent av permuni, sum Brandur Patursson hevur gjørt og prentað á Steinprenti. Aftast í Venclinum eru yrkingar, sum føroysk skøld hava yrkt til norksa fólkið, tá ið […]
mai 11, 2012
Undirgrundardansur Har er ein fulgur ið høggur í feittið; har er eitt deytt kavaklætt træ; har er ein lastbilur ið slettir gløður á hála vegin. Lív er í mínum bakgarði– svartir veingir duka á greinarnar, eygu brellast munnar skríggja og sláast um snykuta bóltin. Ein moldvørpa syngur halleluja. Lat hasa ljótu hurðina aftur! Lat […]
mai 5, 2012
Ikki er Vencilin, sum skuldi koma út á heysti 2011 komin út enn, og longu nú sita ritstjórarnir og ritstjórna Vencli 12. Tað er fjálgt at sita í góðum umhvørvi og lesa ein rúgvu av góðum tekstum. Flekk er eisini við. Hann liggur og slappar av, meðan hann hoyrir ein góðan tekst. OMR/AÓD
mai 1, 2012
Nú altjóða arbeiðaradagur er, eiga vit jú eisini at lesa onkra yrking, sum hevur í sær okkurt um arbeiðaran. Hvør er betri til at lýsa slíkt, enn okkara egni Jóanes Nielsen. Her er yrkingin “Í mínum landi” úr savninum Pinnabrenni til sosialismuna frá 1984. Í mínum landi Í mínum landi sita trúgvandi menn við ræðið, […]
mai 29, 2012
0