Í mínum landi

Posted on 1 Mai 2012

0


Nú altjóða arbeiðaradagur er, eiga vit jú eisini at lesa onkra yrking, sum hevur í sær okkurt um arbeiðaran. Hvør er betri til at lýsa slíkt, enn okkara egni Jóanes Nielsen. Her er yrkingin “Í mínum landi” úr savninum Pinnabrenni til sosialismuna frá 1984.

Vincent van Gogh

Í mínum landi

 

Í mínum landi
sita trúgvandi menn við ræðið,
seinførir, óreinir,
spell
eingin dómadagur er til.

 

Í mínum landi
spákar moralurin við lakktasku
heilin skorin úr løgregluni,
opið fylt við politiksum lurtitólum.

 

Mítt land sum flest onnur
ein hjartafeilur,
arbeiðararnir sveittandi við pumpurnar
kreppa í innvølunum
dreymarnir sigldir upp á turt.
her er alt
uttan uppreisturin.

Jóanes Nielsen

 

Eisini haldi eg, at tað hevði verið gott at hoyrt John Lennon sungið sangin “Working class Hero”.

 

 

OMR

Posted in: ikki bólkað