Undirgrundardansur

Posted on 11 Mai 2012

0


Joan Fontcuberta (Untitled, 1976)

Undirgrundardansur

 

Har er ein fulgur ið høggur í feittið;
har er eitt deytt kavaklætt træ;
har er ein lastbilur ið slettir gløður á hála vegin.

Lív er í mínum bakgarði–
svartir veingir duka á greinarnar,
eygu brellast
munnar skríggja og sláast um snykuta bóltin.

Ein moldvørpa syngur halleluja.
Lat hasa ljótu hurðina aftur!
Lat øll gerast blind!
Lat øll verða jarðað í sínum egna ruski.

Úr Lucky Life (1977)
Gerald Stern
Oddfríður Marni Rasmussen týddi

Gerald Stern (1925 – )