Morgun

Posted on 23 Mai 2012

0


 

Tórbjørn Olsen

Morgun

Renn, sól, upp úr havi so glæmu-ung,
rís hátt á himinsins boga,
nú brotnar og brestur náttin tung,
og tindarnir taka at loga.
Nú eru vit aftur Alheims børn
og vakna í ríkum roða.

Nú hitar tú urð og flidnalond
og lendir í køldum gjáum,
tú skyggir á báru og hyljastrond
og lýsir í leskandi áum.
Nú lyftast upp fuglar, fólk og fæ
og lívgast av ljósins náðum.

Christian Matras

 

 

OMR

Posted in: yrkingar