Pia Tafdrup 60 ár

Posted on 29 Mai 2012

0


Pia Tafdrup

Í dag fyllir ein av best umtóktu og týdningarmestu høvundunum í Danmark 60 ár. Pia Tafdrup var fødd 29. mai í 1952. Hon hevur gingið á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Fyrsta yrking hennara stóð í tíðarritinum  Chancen  í 1980. Í 1981 kom út fyrsta savn hennara, Når der går hul på en engel. Síðani 1981 hevur givið út 25 bøkur, útvarpsleikir, librettoir og annað gott. Hon er limur í Det Danske Akademi og The European Academy og Poetry. Hon fekk Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 1999 fyri yrkingasavnið Dronningeporten og hevur fingið Det Svenske Akademis Nordiske Pris í 2006. Yrkingar hennara eru týddar til fleir enn 30 mál.

Saman við Michael Strunge, F. P. Jac og Søren Ulrik Thomsen var hon helst tann yrkjarin, ið hevði størstan týdning fyri tað ættarliðið av donskum yrkjarum, ið kallast 80-ara ættarliðið.

Her hoyra vit Pia Tafdrup lesa tríggjar yrkingar úr Dronningeporten:

Í skaldskapinum hjá Piu Tafdrup eru evni, ið ganga gjøgnum alt ritverk hennara. Hennara myndaheimur er merktur av, at hon viðger evni so sum vatn, húð, máni, fuglar, jørð og onnur við. Hesi verða pressað gjøgnum væl smurdu málmaskinuna, sum eyðkennir skaldskapin hjá henni. Rútman í yrkingunum er serlig, og tá ið hon lesur upp, hoyrist, hvussu nógv rútman hevur at siga fyri yrkingina.

Í farnu viku kom út nýggjasta savn hennara, Salamandersol, sum er endin á einari tetralogi. Fyrsta savnið eitur Hvalerne í paris (2006), næsta eitur Tarkovskijs heste (2006), tað triðja eitur Trækfuglens kompans (2010) og síðsta savnið eitur Salamandersol.

Henda yrkingin er úr Salamandersol:

Tiden, hvor nogle beundres, andre ignoreres,
og kritikere i et sandt dyrplageri
satser på hver sin halte hest,
mens vi som kronvidner
til hinandens triumfer eller øredøvende nederlag
forsøger at holde pennen fast og smidigt i hånden,
mens tungen synger i munden.
Tiden, der starter i uskyld,
men hvor mændene med dødelig udgang
indbyrdes kæmper om at tegne årtiet
på en brændende blå
planet.

Vit á Vencli vilja við hesum fátæku orðum ynskja Piu Tafdrup hjartaliga til lukku við degnum.

ÁVEGIS

Kroppurin ið gevur seg
eftirlíkar seg
og gevur seg undir
sum snjóklokkur
ið spretta í kavanum
við bløðum ið skelva
í tí skæra ljósinum
skjóta út og lata seg upp
sum ongantíð áður.

Pia Tafdrup
Oddfríður Marni Rasmussen týddi

 

OMR/AÓD