Browsing All Posts published on »juni, 2012«

Teknimyndayrkingar

juni 30, 2012

0

Fyri stuttum reikaði eg á alnetinum og fann fram til, at tað er okkurt, sum á enskum eitur animated poetry. Nógvar stuttar teknimyndayrkingar liggja á netinum. Summir filmar eru ikki serliga góðir. Sjálvandi er tað so, at um yrkingin ikki er góð, ber illa til at gera eina góða teknimyndayrking. Er yrkingin góð, harafturímóti, so […]

Ein venclavinur sjeyti

juni 25, 2012

0

Í dag fyllir ein av hollastu stuðlum Vencils, Hanus Kamban, rithøvundur, týðari og skald, sjeyti. Síðan farið varð undir útgávuna av Vencli á heysti 2006, hevur Hanus Kamban sent okkum stuttsøgur, yrkingar og týðingar til einar hundrað síður samanlagt, svarandi til eitt heilt nummar av Vencli. Tøkk fái hann fyri tað. Hanus er ein rithøvundur, […]

Árringar og æðrar

juni 10, 2012

0

Í dag var konsert við Tórshavnar kamarkóri í Gøtu kirkju. Konsertirnar hjá Tórshavnar kamarkóri eru altíð verdar at lurta eftir. Bernhardur Wilkinson dugir ótrúliga væl at fáa óskúlað fólk (ikki at blanda við óroynd fólk) at syngja, sum vóru tey skúlað. Hann hevði sum onki fingið ein motor við einum sylindara at ljóða sum ein […]

Grindaboð!

juni 6, 2012

0

    grindalokkari grindarokkari grindarappari grindastappari grindahappari grindasjabbari grindavassari grindapassari grindadjazzari grindahoppari grindaavhoppari grindastoypari grindalærari grindaløgmaður grindaprestur grindajólamaður grindaropari grindarópari grindalakkari grindaklappari grindatakkari grindahakkari grindatrallari grindasjúka grindalúka grindastúka grindasilvur grindahøggari grindalygnari grindakvalari grindagongufelagið grindamerkjagrunnurin grindamál grindarenning grindabøra grindaboðskapur OMR