Ein venclavinur sjeyti

Posted on 25 Juni 2012

0


Hanus Kamban (mynd: Seppo Samuli – norden.org)

Í dag fyllir ein av hollastu stuðlum Vencils, Hanus Kamban, rithøvundur, týðari og skald, sjeyti. Síðan farið varð undir útgávuna av Vencli á heysti 2006, hevur Hanus Kamban sent okkum stuttsøgur, yrkingar og týðingar til einar hundrað síður samanlagt, svarandi til eitt heilt nummar av Vencli. Tøkk fái hann fyri tað.

Hanus er ein rithøvundur, sum altíð hevur skilt, hvussu stóran týdning kunnleiki til heimsbókmentir hava fyri føroyskar rithøvundar og lesarar. Longu í 1969 gav hann út sítt fyrsta savn við týðingum, Drekin og aðrar søgur, við søgum eftir rithøvundar sum Ray Bradbury, Graham Greene, W. Somerset Maugham og H.G. Wells. Síðan tá hevur Hanus, við nærlagni og hegni, flutt ein lítlan hóp av allarfrægastu rithøvundunum heimsins yvir í føroyskt, so sum Edgar Allan Poe, Franz Kafka, Jorge Luis Borges og James Joyce. Og ikki at gloyma Shakespeare.

Sum rithøvundur kann Hanus Kamban væl sjálvur sammetast við teir frægastu rithøvundarnar aðrastani. Seinasta stuttsøgusavn hansara, Gullgentan, ið var í uppskoti til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2012, er allan vegin eitt dygdargott savn. Har finna vit drøg frá fleiri skaldskapargreinum, sum Hanus altíð hevur havt serligan áhuga fyri, so sum magiska realismu, ræðuskaldskap, vísindaskaldskap og furðu, hegnisliga blandað saman til ein nýggjan rætt, sum tú sum lesari ikki so lætt kanst staðseta, men sum inniheldur eitthvørt drøgg, sum ger, at søgurnar, persónar í teimum ella temu aftur og aftur verða manað fram í huganum á einum.

Hanus Kamban var føddur 25. juni 1942 í Saltangará, men hann vaks upp í Skúgvoy, har pápin í 1944 fekk starv sum lærari. Í Skúgvoy varð nógv kvøðið, og har nam Hanus sær stóra vitan um kvæðini og kvæðaskaldskapin. Í 1956 flutti familjan til Havnar, har Hanus gjørdist studentur í 1960. Hann arbeiddi í nøkur ár sum læraravikarur og arbeiðsmaður, og í 1966 fór hann undir at lesa enskt og týskt við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Árini 1967 til 1969 var hann blaðstjóri á Fjølni, og seinni var hann við til at geva út Oyggjaskeggja. Hann gavst við lestrinum, tá ið ungdómsuppreisturin tók seg upp, men í 1975 tók hann prógv sum sjúkrahjálpari.

Í tíðarskeiðnum 1969-1979 komu út trý søvn við týddum stuttsøgum, og í 1980 kom fyrsta stuttsøgusavn hansara Dóttir av Proeus. Síðan hevur hann skrivað og givið út fleiri stuttsøgusøvn, ævisøgur, týðingar, greinasøvn og eitt yrkingasavn. Harafturat hevur Hanus skrivað ummæli og gjørt útvarpsleikir og sjónvarps- og útvarpssendingar, eitt nú um Áarstovubrøðurnar og Bob Dylan. Størsta einstaka verk Hanusar er ævisøgan um J.H.O. Djurhuus, sum er í trimum bindum.

Seinnu árini hevur Hanus fingist við skriving burturav. Hanus fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 1980 og fyri fagrar bókmentir í 1986. Hann fekk Mentanarvirðisløn Landsins í 2004. Harumframt fær Hanus Kamban veiting fyri lívið frá Statens Kunstfond. Hanus Kamban hevur tvær ferðir verið í uppskoti til at fáa bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, fyrru ferð í 2004 við stuttsøgusavninum Pílagrímar og seinnu ferð í 2012 við stuttsøgusavninum Gullgentan.

Vit báðir í ritstjórn Vencils, Oddfríður og Arnbjørn, ynskja Hanusi Kamban hjartaliga til lukku við føðingardegnum, og takka fyri góða samstarvið, sum vónandi fer at halda fram.

AÓD

Posted in: ikki bólkað