Teknimyndayrkingar

Posted on 30 Juni 2012

0


Billy Collins

Fyri stuttum reikaði eg á alnetinum og fann fram til, at tað er okkurt, sum á enskum eitur animated poetry. Nógvar stuttar teknimyndayrkingar liggja á netinum. Summir filmar eru ikki serliga góðir. Sjálvandi er tað so, at um yrkingin ikki er góð, ber illa til at gera eina góða teknimyndayrking. Er yrkingin góð, harafturímóti, so eru evni til eina góða teknimyndayrking. Eg havi funnið fram nakrar góðar, har amerikanski yrkjarin Billy Collins hevur skrivað yrkingarnar.

Stuttligt hevði verið at sæð onkra føroyska teknimyndayrking.

Og yrkingin “Forgetfulness”

Og her er ein eftir Billy Collins – ein til roykjaran.

OMR