Rót Tripp

Posted on 3 juli 2012

0


Marjun Syderbø Kjelnæs – nýtt, flott avrik

Marjun Syderbø Kjelnæs gevur út yrkingasavn fríggjakvøldið í Posthúskjallaranum.

Savnið eitur Rót Tripp, og tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip – sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini, har skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar.

Væl komin til framløgu fríggjakvøldið.

Mariann Hansen og Mike Viderø framføra leikin TRAPPAN, ið Marjun hevur skrivað, og Bárður Persson hevur leikstjórnað.

Seinni lesur Marjun úr savninum, og vit fáa okkum eitt glas av víni afturvið.

Kom og set á vikuskiftið fríggjakvøldið kl 9 við einari góðari innihaldsløtu.

SPROTIN

Vit hava hitst áður

Minnist tú?
Tú vart einaferð innløgd til infusión.
Nei, neyvan minnist tú.
Uttan vit, vart tú.
Tí allir dreymar tínir vóru seyraðir úr tær.
Undan iljunum.
Har tú hevði djúpar foyrur.
Sum hevði tú gingið á hvassari hellu.
Gott, at tú vart uttan vit.
Eg vaskaði føtur tínar.
Og bant teir inn.
Og noyddist at prika teg.
Torført var at finna rætta staðið.
Æðrarnar góvu seg undan.
Tú hveptist við.
Og nálin glapp.
Tú hevur mist teir fyrr.
Hevur tú ikki?
Nei, mær nýtsit ikki at spyrja.
So arrut var staðið.
So fast mátti eg prika.
Eg fann tær ta mest glampandi fløskuna.
Í kuldaskápinum.
Hitaði hana í hondunum.
Áðrenn eg hongdi hana upp.
Eg fann tær ta tynstu slanguna.
Og setti dropateljaran á lægstu ferð.
Dr ypp.
Dr ypp.
Dr ypp.
Tú ernaðist skjótt.
Søgdu tey mær, tá ið eg kom aftur.
Til arbeiðis eftir vikuskiftið.
Tú vart farin haltandi út av deildini sunnukvøldið.
Hugdi ikki aftur um teg.
Men nú veitst tú tað so.
At tað var eg.
Tað var eg, sum gav tær dreymar tínar.

(Yrkingin er úr Vencli nummar 11)

Marjun Syderbø Kjelnæs

Advertisements