Rót Tripp – ummæli

Posted on 8 juli 2012

2


Fríggjakvøldið klokkan níggju var nýggja yrkingasavnið eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs, Rót Tripp (Sprotin) lagt fram fyri almenningin.

Fyrst segði forleggjarin, Jonhard Mikkelsen nøkur orð um savnið og um hetta at lesa yrkingar.

Jonhard Mikkelsen

Síðani spældu Mike Viderø og Mariann Hansen stuttleikin Trappan eftir Marjuna S. Kjelnæs. Bárður Persson leikstjórnaði. Leikin skrivaði Marjan á einum skeiði, ið Meginfelag Áhugaleikara Føroya skipaði fyri. Hann er um eini systkin/vinir, ið koma aftur til eini hús, sum skulu seljast. Har tosa tey um, hvat tey minnast frá barndóminum. Tey trilva seg fram eftir teimum røttu minnunum, sum tey bæði kunnu semjast um, eru tey røttu minnini.

Mike Viderø og Mariann Hansen spæla Trappan.

Tá ið tey høvdu spælt leikin, handaði Mariann Marjuni yrkingsavnið, sum hon hevði liggjandi í einari tasku, hon brúkti til leikin. Marjun las nakrar yrkingar.

Marjun Syderbø Kjelnæs lesur úr yrkingasavninum Rót Tripp

So var tíð til at práta við gott fólk og keypa sær eitt signerað eintak av yrkingsavninum.

Rót Tripp og vín

Marjun signerar Regini W. Dalsgaard eitt eintak.

Og so til ummælið.

Hvussu kann man kenna seg heima í einum heimi, har tú ikki kennir teg heima? Tað er spurningurin, eg siti eftir við, nú eg havi lisið yrkingasavnið Rót Tripp eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs.

Permuna hevur Regin Davidsen gjørt. Hon skal mynda ein veg, sum gongur úr eini hjartarót ella einari reyðari trærót. Eg haldi, at symbolikkurin er mestsum ov týðiligur, men liturin og passar væl til innihaldið.

Heitið á savninum hevur ljóðið á enska fyribrigdinum “Road Trip”. Nógvir høvundar hava skrivað um henda vælsignaða biltúrin í USA, har tú skal royna at finna teg sjálvan, men sum altíð endar við tí, at tú finnur teg sjálvan, tá ið tú kemur heim. Heitið er tó stava á føroyskum, og tá fær heitið ein annan hjátýdning, sum merkir tað øvugta av at ferðast. Tá merkir heitið, at tú festir røtur ella slítur teg leysan. Bæði kunnu kennast sum eitt tripp.

Savnið letur seg upp við inngangsorðum eftir svenska yrkjaranum, Gunnar Ekelöf: Endast som vittne är människan till …

Skulu vit vitna, hvussu heimurin sær út, íðan, so verða vit noydd at allýsa hann við egnum orðum og egnum kenslum. Vit mugu kenna heimin og ferðast í honum.

Marjun setir við hesum yrkingasavninum orð á tilverunnar røtur. Hvagar seta vit røturnar niður og hvat kemur burturúr. Lívið er fylt við rótum, bæði sjónligum og ósjónligum rótum – rótum, ið knýta okkum fast í alheimin, trúgv, familju, (med)menniskju og heimsfatanir og nógv annað.

Innihaldið í savninum er í tveimum løgum. Vit hava við tann ítøkiliga heimin at gera. Hesin heimur kemur til sjóndar sum ymiskt, sum vit síggja og kunnu taka í, og sum hevur ein myndaligan týdning, sum er greiður. Marjun tosa um vegir, vit ganga, um prestar við ljósum krøgum, um bakspegilin, um parkeringsplássini og onnur ítøkilig støð, har vit kenna okkum aftur. Tað, sum Marjun ger, tá ið hon skrivar um slík kend støð, er at hon brýtur niður ta vanligu myndina, tað vanligu fatina, ið vit hava av støðunum, og gevur okkum eina nýggja mynd av, eina nýggja fatan av, hvat orðini merkja. Sum lesarar hava vit ein sosialan førning, ið er við til at mynda okkara mál, og hvussu vit skilja orð. Marjun vísir okkum, sum ein rættur yrkjari, hvussu hennara tulking av heiminum og sínum sosiala førningi er. Tað ítøkiliga (til dømis støðini) verður óítøkiligt. Her er eitt dømi úr yrkingini “Músin”:

Eg royni at tetta rivurnar í veggunum
Kømrini eru fýra
Húsið er hjartaskapað …

Aðrar staðir sæst tað óítøkiliga (til dømis hugtøk so sum ævinleiki, arvasynd, kvirra og onnur) gjørt ítøkilig. Her er eitt dømi úr yrkingini “Flugan”:

Kanska var Gud
Ein smágenta
Í heimabundnum kjóla
Og lakkskóm
.

Og víðari í somu yrking sigur Marjun um fluguna, ið situr á rútinum (tí ósjónliga):

Kanska
Var Gud
Eisini
Flugan

Fangað
Í síni egnu
Tríeind
.

Við hesum lærir Marjun meg okkurt nýtt, gevur mær eina nýggja fatan av hesum óítøkiligu hugtøkum.

Við hesum fyrsta yrkingasavninum eftir Marjuna S. Kjelnæs hevur hon sligið seg rimmarfasta sum yrkjari. Hon hevur ferðast í møngum tekstasløgum, barnabókum, ungdómsskaldsøgu, stuttsøgum til vaksin og leikrit hevur hon eisini skrivað. Eftir mínum tykki er yrkingasavni eitt reiðilgt klípi til bókmentliga varðan, sum Marjun er í ferð við at laða.

OMR

Advertisements