Durs Grünbein – yrkingar

Posted on 10 Juli 2012

0


Durs Grünbein er týskur yrkjari, føddur í 1962 í Dresden. Hann er helst ein tann týdningarmesti samtíðaryrkjarin í Týsklandi, ja, kanska í øllum Evropa. Hann hevur eisini skrivað ritroyndir, har hann er ógvuliga beinrakin, tá ið hann lýsir Evropa.

Henning Goldbæk týddi nakrar yrkingar eftir Durs Grünbein til danskt. Tær eru savnaðar í yrkingasavninum Celebralis og andre digte, ið forlagið Politisk Revy gav út í 1996.

Yrkingarnar, ið eru á hesum klippinum hevur enski týðarin Michael Hofmann týtt. Hann lesur upp og eisini lesur Durs Grünbein sjálvur. Týðingarnar eftir Michael Hofmann eru givnar út í úrvalssavninum Ashes for Breakfast.

 

 

OMR