Pablo Neruda

Posted on 12 Juli 2012

0


Pablo Neruda

Í dag, 12. juli, hevði kilski rithøvundurin, diplomaturin og politikarin, Pablo Neruda, fylt 108 ár. Í 1971 fekk hann bókmentaheiðursløn Nobels. Hann doyði tvey ár seinni.

Eg fari ikki at siga so nógv her, um hvussu hann livdi sítt lív, sum var ógvuliga spennandi, men eg fari her at siga eitt sindur um, tá ið eg hitti skaldskapin hjá Neruda.

Tá ið vit tosa um yrkingar sum heild, so má Pablo Neruda lesast. Hann hevur alstóran týdning fyri heimsbókmentirnar. Sum tannáringur las eg mestsum alt, sum kom út á føroyskum. Ikki slepst undan skaldaverkinum eftir Karsten Hoydal. Í savninum Suð í Grasi – týðingar, ið Karsten sjálvur gav út á forlagnum Tyril í 1986, eru yrkingar á føroyskum eftir Walt Whitman, Pablo Neruda og Federico García Lorca. Tá var eg 17 ára gamal og eyguni vildu ikki altíð hyggja í eina bók við yrkingum. Meira spennandi og ókend støð vóru at festa eyguni á. Ein løta var tó, har eg sat í einingi á kamarinum og las týðingarnar eftir Karsten Hoydal, ommubeiggjan. Og har á síðu 84 í Suð í Grasi stendur yrkingin “Kanska, kanska gloymskan”.

Kanska, kanska gloymskan

Kanska, kanska gloymskan á jørðini sum ein vernd
kann elva vøkstur og nøra lívið
(kann vera) eins og moldin í skógar-skugga.

Kanska, kanska leitar menniskjan sum ein smiður
at álvaeldi og glintan av jarni á stiðja
uttan at ganga inn í kolsins blindu býir,
uttan blundandi at tveita seg fram eftir rommum
í omanlop, í vøtn, í málmstein og ræðuligar vanlukkur.
Kanska, men mín diskur er øðrvísi, føði mín en onnur:
Míni eygu komu ikki fyri at tiggja gloymsku:
muður mín gapar um alla tíðina, og alla tíðina,
ikki bert ein partur av tíðini hevur slitið mínar hendur.

Tí vil eg tala við teg um tær pínur eg fegin hevði latið fara,
bindi teg at liva einaferð afturat millum brunasár teirra,
ikki tí at vit skulu dvølja sum á støð við fráfaring,
ella fylla okkara hjørtu við saltvatni,
men vitandi ganga fram til at nema rættvísi
við avgerðum markleyst løddum við meining,
fyri strangleikan skal vera ein treyt fyri gleði, at vit
soleiðis mega verða ósigrað.

Pablo Neruda
Karsten Hoydal týddi

Tá ið eg hevði lisið yrkingarnar fleiri ferðir, ið standa í savninum, untist mær ikki at lesa Pablo aftur fyrr enn fleiri ár seinni. Ikki var lætt at fáa hendur á heimsbókmentum á Sandi, tá ið eg var ungur. Har var bara skúlabókasavnið, ið var handan fleiri læstar hurðar í kjallaranum í Meginskúlanum. Í dag hava sandingar fingið bókasavn og listasavn, so nú skuldi ligið væl fyri hjá ungdóminum at slupra bøkur og list í seg, men eg eri stórliga bangin fyri, at tey, eins og børn alla aðrastaðni, heva ilt við at sløkkja skíggjan og taka bókina í hondina. Eg hevði helst ikki verið øðrvísi, var eg ungdómur í dag.

Í 1997 var eg ein dagin inni í tí frálíku brúktbókaútsøluni, ið plagar at vera í Helligåndskirkjuni á Stroynum. Har fann eg meistaraverkið Canto General eftir Pablo Neruda. Peer Sibast hevur týtt og Dea Trier Mørch hevur myndprýtt við litografium. Hetta er eitt stórsligið verk um suðuramerikanska upphavið og søgu.

Í dag eru hetta bøkur eg við jøvnum millumbili taki niður av hillini og lesið við miklari frægd.

OMR

Tagged: