Dan Turéll – Changes of Light

Posted on 13 juli 2012

0


Dan Turéll (1946-1993)

Tann 19. mars í 1970 gav Dan Turéll út á egna forlagi sínum, Peace Eye Spirit, savnið Change of Light. Dan skrivar aftast: Dette exemplar er skrevet af Dan Turéll til Per Højholt.

Turéll gav út hetta stutta savnið við fimm handskrivaðum yrkingum út á 24 ára føðingardegi sínum. Upplagið var eini 20 til 24 eintøk. Ilt er at vita, hvar eintøkini øll eru farin. Hann gav vinum og kenningum eintøk. Eitt varð funnið á bókasavninum hjá Per Højølt.

Tær fimm yrkingarnar eru skrivaðar í tí litinum tær viðgera. Savnið, eg eigi, er eitt endurprent í fylgdi við savninum Lysende sangei – eitt úrval, ið Chilli Turéll hevur valt við yrkingum eftir mannin, Dan Turéll.

Perman á yrkingasavninum.

Her er yrkingin, sum eitur “Rødt lys”.

OMR

Advertisements