Endurtøkur

Posted on 17 juli 2012

1


Yrkingar: Sissal Kampmann. Perma: Ludvík Breckmann.

Ikki er tað á hvørjum degi, at ein verður andliga ríkaður av yrkingasøvnum, sum teir meir viðurkendu og rótfestu rithøvundarnir ikki hava skrivað.

Fyri stuttum ummælti eg framúr góða savnið, Rót Tripp, eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs, og nú havi eg lisið savnið, Endurtøkur, eftir Sissal Kampann. Hesar eru báðar kvinnur, men tær umboða ikki tað slagið av kvinnubókmentum, sum Carl Jóhan Jensen plagar at tosa um.

Í fjør gav Sissal út sítt fyrsta yrkingasavn, Ravnar á lkóðleyðsum flogi – yrkingar úr uppgongini. Eg ummælti savnið í fjør. Forlaið Eksil hevur givið út.

Tá ið eg keypti mær nýggja savnið, sá eg beinanvegin á forsíðuni, at her var talan um eitt áhaldandi arbeiði, og sum kanska ikki er liðugt enn. Forsíðurnar hevur beiggi Sissal, Ludvík Breckmann gjørt. Stílurin er tann sami og litirnir eru eisini teir somu.

Tá ið eg fór at blaða í savnið, hugsaði eg fyrst um savnið, Lulus sange og taler, eftir Ursulu Andkjør Olsen. Í Endurtøkum eru yrkingar, stutttekstir og eisini er ein stutttekstur skrivaður á enskum. Slíkir blendingstekstir eyðkenna skriviháttin hjá Ursulu. Stjørnurnar, ið merkja evnis- og tekstaskiftið eru eisini at finna í bókunum eftir Ursulu, og so ber ikki til at samanbera meir.

 Endurtøkur. Eg hugsaði við mær sjálvum, tá ið eg las heitið, at hetta er tugt og tanlað upp gjøgnum bókmentirnar, hetta við at endurtaka og endurtøkur. Hvat nýtt er at endurtaka? Men eg fór skeivur! Tað sló meg sum torusláttur av heiðum himni, at hesar smáu endurtøkurnar, hesar jarðbundnu gerðirnar, hesar andligu og samskiftiligu endurtøkurnar eru við at doyggja burtur, og tí er tað alneyðugt at skriva tær niður.

Vit halda, at vit ikki eru nóg “kul” og “hipp”, og hvat alt hetta nýggja eitur, um vit endurtaka okkum. Stundir eru ikki til endurtøkur, tí at vit skulu alla tíðina fylgja við tí nýggja, og á tí pallinum gongur alt so mikið skjótt fyri seg at endurtekur tú teg sjálvan, verður tú ripaður av pallinum, og ikki er lætt at koma á aftur pallin.

Í yrkingasavninum, Endurtøkur, hava vit við ein eg-persón at gera, sum samskiftir við seg sjálvan og við ein Guð við edd. Eg skilji ikki rættiliga, hví Hann skal eita so, um tað er ein máti at menniskjaliggerða Guð, at draga Hann niður til jarðar, tað veit eg ikki, men eg haldi at mótsetningurin ella andstøðan hevði verið sterkari, um bara talan var um Guð og ikki Guð við edd. Eisini tí, at vit hava hvør sína ímynd av Gudi, og tí hevði verið áhugavert at fingið ímynd Sissals av Honum. Tað tekur líkasum álvarsemið úr (ó)tilverupartinum av Gudi.

Endurtøkur hava tað við sær, at tær ongantíð eru tær somu, tá ið tær verða endurtiknar. Umstøður og tíðin gera soleiðis, at endurtøkan ongantíð verður tann sama. Sjálvandi, men hetta misskilja flest fólk, men ikki Sissal. Hon brúkar endurtøkurnar rætt. Tekur tær við sær gjøgnum alt savnið og onki er tað sama aftur, tá ið tað er endurtikið. Tað smáa og tað einkla verður poetiserað og gjørt stórt.

 

Ryktu í allari sínu enkultheit

alt

sundur.

 

Í savninum verða gerandislutir, gerandistrupulleikar, gerandistankar og gerandisferðan myndir fyri tann stóra og ævinliga tilveruspurningin um, hví vit eru til og hvussu vit eru til og hvat vit kunnu brúkast til.

Savnið hevur eina sjáldsama góða rútmu. Endurtøkurnar í yrkingunum eru ótrúliga rútmiskar og passa væl saman. Eg havi sjálvur verið so mikið heldigur, at eg havi hoyrt Sissal lisið upp sínar yrkingar, og eg hoyri rødd hennara gjøgnum yrkingarnar. Tað er tá ein yrkjari kann breggja sær av at hava eina rødd, sum er egin.

Tað einasta, sum eg haldi skemmir savnið, er brotið, har Sissal kjakast við seg sjálvan um málið, og hvat sigast kann. Eg haldi, (hóast hetta er eitt kjak, ið verður endurtikið óneyðuga nógv) at kjakið peikar úr yrkingasavninum, vil ikki spæla við restina av innihaldinum og endurtøkunum. Kanska haldi eg tað, tí at eg eri ósamdur við úttalilsunum. Eitt er vist, at tað er lítið poetiskt at skriva, um tað er rættari at skriva komplicerað (við c) ella innviklað ella torgreitt ella fløkt ella dreivað ella samansett. Slíkt hoyrir meir heima í einari viðmerking á Facebook ella á kjak.org. Serliga tí at hetta er stílbrot.

Hetta seinna savnið eftir Sissal Kampmann livir kanska ikki upp til tað fyrra, men eg haldi, at tað er ógvuliga spennandi at lesa, hvussu skaldskapurin mennist og gerst egin, og tað eru yrkingarnar hjá Sissali – egnar.

Alt er nýtt í nátt,
hugsaði eg og varnaðist,
at kaffið í koppinum var kalt.

(Og eg visti, at eg leyg.)

Tí er alt ikki bert
einfaldar
endurtøkur
av áður droymdum dreymum
hjá vilstum,
ótroyttiligum sálum,
sum leitaðu
millum húsini,
millum orðini,
millum mennsikjuni
og hjá tí,
vit kenna?

Onki annað enn endurtøkur?

(Møðist.)

Endurtøkur.

OMR

Advertisements