Carl “Capone” Jensen og maskinbyrsukvæðini

Posted on 31 Juli 2012

0


Carl Jóhan Jensen

Vit eru á Doktaragrund. Klokkan er 19 og tað er ólavsøkudagur. Unga Tjóðveldi skipar fyri røðum og sangi. Røðarar hesa ferð eru: Niels A. Galán, Annlis Bjarkhamar, Mortan Østerø (søgan “Lívsjáttandi líkasæla” eftir Mortan stóð í Vencli 8) og Annika Hoydal sang tvey løg við íslendskum hálskrími sum fylgispæl.

Hetta er tíðin, tá ið løgtingið kemur saman, og noktar fólki, ið vil koma saman at koma saman. Ongin sigur seg hava valt tey á ting, men vald eru tey, og vit, sum viðurkenna, at vit hava verið á val, vit kunnu ikki annað enn vera ónøgd og rópa og flenna og gráta saman við tí føroyska samsvíninum.

Sum vituligt og vanligt er til slíkar Doktaragrundfundir á ólavsøku, so er eisini og altíð ein ávísur harri at hoyra. Ikki vórðu vit skorin fyri hansara ljódligu, skaldsligu, skjaldratign, Carl Jóhan Jensen. Skjaldraskaldið mikla las upp trý nýggj nýskjaldur, sum tóku andan frá fólki og flest øll, sum vóru til staðar gloyptu orðunum, ið bókstaviliga flugu sum byrsukúlar úr skjaldrakjafti skaldsins og kúluslóðirnar sóust í hvørjum tanka. Her lesur Carl Capone Jensen nýskjaldrini.

Her er eitt skjaldur:

Her er eitt skjaldur:

Her er eitt skjaldur:

OMR