Browsing All Posts published on »august, 2012«

Niels Jákup á Bókadeildini í 25 ár

august 30, 2012

0

Tá ið eg var níggju ár, var ikki so lætt at fáa eina føroyska bók í hondina, sum tað er í dag. Yngri sonur mín er níggju ár, og hann hevur longu lisið eina rúgvu av føroyskum bókum. Nógvar fleiri, enn eg hevði lisið, tá ið eg var á hansara aldri. Eldri sonurin, ið er […]

Mánamaðurin

august 25, 2012

0

Neil Armstrong (1930-2012) er farin, og hesa fer er hann ikki farin upp á mánan. Hesin søguligi persónur er farin foldum frá. Maðurin, ið segði: That’s one small step for [a] man, one giant leap for mankind, tá ið hann sum fyrsta menniskja traðkaði á yvirflatan á mánanum, hevur verið ímyndin av, hvat ið menniskja […]

Randi í Beloit Poetry Journal

august 19, 2012

0

Randi Ward hevur havt fleiri yrkingar við í Vencli. Eisini hevur hon tikið rithøvundaportrett av Gunnari Hoydal, Steinbjørn B. Jacobsen, sála, Oddvør Johansen, Jens Paula Heinesen, sála og øðrum, sum vit hava prentað í Vencli nummar 9. Randi Ward er flutt úr føroyum, og býr hon nú í Íslandi, har hon starvast við síni list. […]

Grein nummar 100

august 16, 2012

0

Henda grein er grein nummar 100 á heimasíðunu Vencils. Hin 16. august, á 35 ára degi fyri deyða Elvis Aron Presley og á føðingardegi flóksfelaga mínum frá Sandoyar meginskúla, Jógvani horn, verður grein nummar 100 løgd út. Hundrað greinar eru ikki onki, og tá ið eg skrulli niður eftir øllum teimum 99 greinunum, síggi eg, […]

Skúlayrkingar

august 14, 2012

0

Nú fara børn og ung aftur í skúla, og lærarar fara at geva framtíðar føroyingum nógv gott í beinið og í heilan, sjálvandi. Um nakrar dagar kemur lív í aftur bý og bygd, tá ið glaðir ungdómar fara í skúla. Tvætl! Eg veit ógvuliga væl, at teir fara ikki at orka út undan dýnuni so […]

Einfeldin í orðum

august 9, 2012

1

Øll, sum eru áhugað í yrkingum, spyrja ofta seg sjálv, hvat er við hesum tekstaslagi, ið fær okkum at dyrka tað? Til hetta kunnu vit spyrja garnarnar úr okkum, men eg rokni ikki við, at vit nakrantíð semjast – tíbetur. Hvat er tað, sum ger, at ein yrking er góð? Soleiðis kunnu vit spyrja, og […]