Einfeldin í orðum

Posted on 9 august 2012

1


Øll, sum eru áhugað í yrkingum, spyrja ofta seg sjálv, hvat er við hesum tekstaslagi, ið fær okkum at dyrka tað? Til hetta kunnu vit spyrja garnarnar úr okkum, men eg rokni ikki við, at vit nakrantíð semjast – tíbetur.

Hvat er tað, sum ger, at ein yrking er góð? Soleiðis kunnu vit spyrja, og hvørja ferð, vit spyrja onkran, fáa vit ikki sama svarið. Tíbetur. Hvørja fyrimynd hava vit, tá ið vit meta um ein yrking er góð ella ikki? Hvat er aðalkravið, vit set yrkingini, tá ið hon fer inn gjøgnum eyguni og vit royna at fata hana? Hvat er góður skaldskapur? Hetta eru spurningar, vit ofta seta okkum.

Yrkingar eru ikki bara ein orðamongd, ið lýsir okkurt. Yrkingar bera við sær gerandisvirði, sum gjøgnum málið verða hevjað upp til at hava eitt hægri, poetiskt virði. Yrkingar verða skrivaðar best á móðurmálinum. Tað er málið, sum høvundurin hevur brúkt til at orða sínar kenslur við. Okkara móðurmál er eitt kenslumál, fara vit at skriva á einum øðrum máli, so hava vit týðum ringt við at lýsa kenslurnar, vit duga so væl at lýsa á móðurmálinum.

Nógv eru tey, ið hava roynt at allýst hetta, sum vit kalla eina yrking og tað at festa orð niður, sum fáa eitt poetiskt virði. Samuel Coleridge (1772-1834) segði um yrkingar: “the best words in the best order.” Amerikanski modernisturin, Ezra Pound (1885-1972), ið segði seg gera alt nýtt, segði um at yrkja: “it is language charged with meaning to the utmost possible degree.” W.H. Auden (1907-73) segði: “it is a memorable speech.” Hesir tosa um orðini, um málið í yrkingini, og um týdningin og kenslurnar, ið liggja handan hvørt orðið.

Aðrir yrkjarar hava hildið fyri á hin meira kensluliga bógvin, og vilja teir siga meir um, hvussu ein yrking eigur at virka. William Wordsworth (1770-1850) segði: Poetry is spontaneous overflow of powerful fellings”, ella er poesi við vissu “not the expression of personality but an escape from personality,” sum T.S Eliot (1888-1965) heldur uppá? Men hvussu er við okkum kæru lesarum? Verða vit eins ávirkaðir av romantikarum sum Coleridge og Wordsworth og vit verða av modernistum sum Pound og Eliot? Nei, vit verða ymiskt ávirkaðir, tí at teir krevja ymiskt av okkum sum lesarum.

Sjálvandi eru fleiri, ið meina, at poesi ikki er annað enn mállæra við tilvildarligum komma og punktum, men hetta er at leypa um tað, sum veruliga býr í mállæruni. Eg haldi, at poesi er nærmast tí, sum Wallace Stevens (1879-1855) meinti: “Poetry is a search for the inexplicable, a means of redemption, a form of melancolia, a cure of the mind, a health, a respons to the daily necessity of getting the world right.” Við hesum ber til (bæði sum lesari og sum rithøvundur) at fara djúpt niður í yrkingina og inn í seg sjálvan sum menniskja, og tað er í hesum útsøgnum, at yrkingin hevur nógv meir at bera fram, enn allir aðrir tekstir hava.

Fyri at fara aftur til byrjanina. Hvat eru tey nágreiniligu eyðkennini fyri eina góða yrking? Hvørji mál seta vit, tá ið vit vilja hava yrkingar við góðari dygd? Fyri at svara hesum, kundi ein sett sær fyri at skriva niður ein lista við eyðkennum, sum ein yrking skal hava, men eg rokni við, at tá vit eru liðug við at gera ein slíkan lista, eru vit troytt av yrkingum. Frægari er at menna eitt ávist skil fyri yrkingum so hvørt tær verða lisnar og so hvørt, tær verða skrivaðar. Rói Patursson sigur:

hvat er at yrkja?
tann ið dugir tað lærir tað aldrin
tann ið ikki hevur lært tað enn
hevur nokk altíð dugað tað

Eg veit ikki, um Rói enn er samdur við sær sjálvum í hesum, men eitt er vist, at tað finst ongin full vissa fyri, hvussu vit skilja eina yrking. Ein yrking er okkurt samstundis sum hon eisini er okkurt heilt annað. Myndberingarnar í tí tætta tekstinum eru við til, at vissan ongantíð er til staðar.

Hvat merkir í grundini: “Deyðin er vakurleikans móðir”, sum Emily Dickinson skrivar? Vit hava allar møguligar tvítýdningar og hjátýdningar í slíkum setningi, at vit ikki megna bara at hava eina niðurstøðu og ein hátt at skilja ein slíkan setning. Vit mugu skilja tað, sum stendur, við at grava í okkara egna lívið, grava í okkara egnu upplivingum. Gera vit ikki tað, so hevur yrkingin ongan møguleika at verða latin upp og fata.

Einfeldin í orðum
bíðar eftir okkum
ið yrkja

Finna vit hana?

Soleiðis spyr Christian Matras (1900-88) í stuttu og vísu yrkingunum úr savninum Úr sjón og úr minni (1979). Einfeldin eigur at liggja í yrkingunum, men sjálvt hon kann (tá ið hon er best) tvískiljast. Christian Matras sigur nógv gott um at yrkja, men tað er týðiligt, at hetta eru yrkingar, ið eitt eldri skald hevur skrivað, sum hevur livað og upplivað nógv, og sum við hesum stuttu yrkingum hevur funnið einfeldina.

Fundvíst er skald
sum finnur fram á orð
ið eiga aldur
og fagran ungdóm.

Her verður í myrkri við ógvuliga fáum orðum funnið fram orð, sum siga alt um lívið, men orðini eru ikki í yrkingini. Tey allýsa skaldið. Skal lesarin finna fram orð, sum lýsa egnan aldur og ungdóm, má hann brúka seg sjálvan og sítt lív.

Við hesum kann sigast, at ikki er so stórur munur millum ein góðan lesara og ein góðan yrkjara. Báðir noyðast at geva av sær sjálvum – annar oysir í yrkingina og hin dregur úr yrkingini. Tað er sum at stinga høvdið í jørðina og síggja alt.

Tom Philips

 

 

 

OMR

Advertisements