Skúlayrkingar

Posted on 14 august 2012

0


Hetta er perman til sjeynda Vencilin. Marius Olsen gjørdi hana. Motivið er Tórshavnar kommunuskúli.

Nú fara børn og ung aftur í skúla, og lærarar fara at geva framtíðar føroyingum nógv gott í beinið og í heilan, sjálvandi. Um nakrar dagar kemur lív í aftur bý og bygd, tá ið glaðir ungdómar fara í skúla. Tvætl! Eg veit ógvuliga væl, at teir fara ikki at orka út undan dýnuni so tíðliga á morgni, og ilt verður at skula halda seg vaknan og samstundis eta morgunmat. Alt verður so ringt í fyrstani, men so kemur lag á, og gerandisdagurin fer at koma í sína góðu, gomlu rútmu.

Her eru nakrar skúlayrkingar, sum á ymiskan hátt siga okkurt um skúla.

Skúladagar

Eg liggi í songini
tað er morgun
og eg hoyri:
hvar eru hosurnar hjá tær?
góði lat teg í!
hví tekur tað so langa tíð
at lata teg í?
hvar er bustin?
alt í lagið. tú fært eitt panni-
band!
hvussu nógv er klokkan?
hvar er klokkan?
hvar hevur tú krógvað klokkuna?
hevur tú ikki latið teg í enn?
hvar er bustin?
hvar er tvíflísin hjá tær?
hevur tú gjørt eina tvíflís?
eg geri tær eina tvíflís.
hunang og jarðnøtasmør.
og eina appilsin.
soleðis.
hvar er bustin?
eg brúki bara kambin.
í lagi, geylari. tú hevur mist bustina burtur!
hvar misti tú bustina?
alt í lagi. er hatta ikki betri, ha?
hvar er jakkin hjá tær?
far eftir jakkanum hjá tær?
jakkin hjá tær liggur onkustaðni!
lurta, hvat ger tú?
hvat spælir tú við?
nú hevur tú oyðilagt alt!
eg hoyri tey lata hurðina upp,
ganga oman trappurnar,
seta seg inn í bilin.
eg hoyri tey fara avstað. tey eru farin,
oman brekkuna
á veg til
sjúkrarøktarfrøðingaskúlanum.

Charles Bukowski

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

Pendulið

Upp og niður
niður og upp
í sjeynda himli
og so á botni
Ein reiggjar
aftur og fram
Aldrin er friður
Eitt pendul
eitt elastikk
Á tambi
og so ein ellubiti
Gløðandi heitur
ísandi kaldur
Heiður himmal
svartasta niða
Skiftandi sum veðrið
Silvitni
Ey
Stunnandi íður
aftur í
silvitnis logn
Uppslitin
niður brýdnur
rundur
at enda
ella
kensluleysur
tómur
ella okkurt annað
gamal og friðarligur

Steinbjørn B. Jacobsen, Læraramyndir (1984)

Vit møtast

Eg eri lærari,

verði lærari,

tá eg møti tær,

tú sum mótmælir,

tú sum vil,

tú sum bara er,

vit møtast,

og eg læri

at verða lærari.

Steinbjørn B. Jacobsen, Læraramyndir (1984)

Krit

Hvør skapti hvønn fyrst
stóð á talvuni sum nú er brotin
eins og nakrir stólar og borð

ein spann við sápulúti og ein tvøga
fingu ýlini at tagna

tey eru fryst fast
í smáu leirklumpunum ið grýttir vóru upp á veggirnar
ið standa eftir sum spurningar
í øllum brigdum
og ein teirra kundi spurt:

hvør hevur ofrað alt
fyri teimum
sum ikki skuldu ofrast
tá lærarin í tekning bleiv sjúkur?

og ein rólig rødd í dyrnum
ið kanska hoyrist út í garðin
gjøgnum sorlaðu rútarnar
sum skuldu lovað íblástrinum inn
svarar fyri rúmið:

tú sum.

Tóroddur Poulsen, Speispei spei, (1999)

OMR

Advertisements
Posted in: temu, yrkingar