Grein nummar 100

Posted on 16 august 2012

0


Heitið er skrivað við einari skrivimaskinu frá 1969. Skuggin í bakgrundini er undirskriftin hjá V.U. Hammersheimb.

Henda grein er grein nummar 100 á heimasíðunu Vencils. Hin 16. august, á 35 ára degi fyri deyða Elvis Aron Presley og á føðingardegi flóksfelaga mínum frá Sandoyar meginskúla, Jógvani horn, verður grein nummar 100 løgd út. Hundrað greinar eru ikki onki, og tá ið eg skrulli niður eftir øllum teimum 99 greinunum, síggi eg, at tær snúgva seg um alt frá yrkingaupplestri, ummælum, týðingum, málgreinum, glefsum, tíðindum, útgávum, minningarorðum, kjakum, virðislønum og til upptøkustubbar við yrkingaupplestri og smáfilmar.

Hundrað metrar er ikki so langt. Tað hevur tikið meir enn 100 minuttir at skriva hundrað greinar. Hundrað ár, harafturímóti, er heldur longur, enn hundrað metrar. Etur tú hundrað spikbitar, hevur tú (sambært Páli (ikki Joensen)) størri møguleikar at ganga kykur av silvuri, enn um tú etur hundrað epli. Hundrað er lutfalsliga minni enn hundrað.

Fyri hundrað árum síðani, í 1912, var Rasputin myrdur, og bara 40% av bretum dugdu at lesa (í dag duga 99%). Henri Seimet fleyg fyri hundrað árum síðani fyri fyrstu ferð frá London til París í einum strekki. Flúgvitúrurin tók tríggjar tímar. Royal Air Force varð stovnað í 1912. Rennilásið varð sett í klæði fyri fyrstu ferð. Fyri hundrað árum síðani varð Karsten Hoydal førddur (Ein grein her er skrivað um tað). Hundrað ár eru liðin, síðani Titanic sakk. Hundrað ár eru liðin síðani fyrstu kappsvimjingina á ólavsøku. Og fyri hundrað árum síðani fór Christian Matras í millum- og realskúlan í Havn, har hann hitti William Heinesen. Fyrsta føroyska stuttsøgusavnið, Glámlýsi, eftir Regin í Líð varð givið út í 1912. Rekordina á hundrað metra renning hevur Usain Bolt (9:58). Nógv er, sum hevur við hundrað at gera. Nógv meir er, sum ikki hevur við hundrað at gera.

Her fara vit at enda hesa grein nummar hundrað (100) við eini yrking eftir Sir Walter Rileigh:

Og eini eftir Robert Frost:

Og her er ein, sum Charles Bukowski hevur skrivað, og sum Tom Waits lesur:

Og Danny Boy:

Og Bruno K. Öijer:

Takk fyri, at tit vitja heimasíðuna og lesa Vencil.

Vinaliga

OMR & AÓD

Advertisements