Randi í Beloit Poetry Journal

Posted on 19 august 2012

0


Randi Ward

Randi Ward hevur havt fleiri yrkingar við í Vencli. Eisini hevur hon tikið rithøvundaportrett av Gunnari Hoydal, Steinbjørn B. Jacobsen, sála, Oddvør Johansen, Jens Paula Heinesen, sála og øðrum, sum vit hava prentað í Vencli nummar 9.

Mynd: Randi Ward. Á myndini er Gurðið Helmsdal Nielsen.

Randi Ward er flutt úr føroyum, og býr hon nú í Íslandi, har hon starvast við síni list. Í 2007 gav hon út ógvuliga forkunnugt yrkingasavn, ið varð skrivað á norskum, føroyskum og enskum. Meditations on Salt, sum savnið eitur, hevur Ole Wich sett upp og myndirnar í yrkingasavinum hevur Randi sjálv tikið. Tá ið savnið kom út, kallaðist hon Randi á Ryggi eftir staðnum, hon búði í Nólsoy, tá ið hon granskaði føroyska mentan.
Sigast kann eisini her, at Gurðið Hansdóttir, sum eisini býr í Íslandi, hevur brúkt nógvar yrkingar eftir Randi Ward á seinastu fløgu síni. Her syngur Gurðið Hansdóttir yrkingina “Cloth Mother” eftir Randi Ward.

Fyri stuttum fekk hon tvær ykringar við í amerikanska tíðarritið, Beloit Poetry Journal. Talan er um tær báðar yrkingarnar, “ólavsøkufríggj” og ” grannsíggin”. Tíðarriti hevur verið til síðani 1950.

Her er yrkingin “ólavsøkufríggj” eftir Randi Ward:

ólavsøkufríggj

tú bleiv við
at siga, at eg var stygg,

men tá tú vart
endiliga avdottin,

læt eg meg úr
troyggjuni og gjørdi
ein kodda til tín.

Mynd, Randi Ward

Randi Ward hevur eisini eina ógvuliga spennandi heimasíðu, sum er verd at rógva út á.
Heimasíðan er http://www.randiward.com

OMR

Advertisements