Niels Jákup á Bókadeildini í 25 ár

Posted on 30 August 2012

0


Niels Jákup Thomsen

Tá ið eg var níggju ár, var ikki so lætt at fáa eina føroyska bók í hondina, sum tað er í dag. Yngri sonur mín er níggju ár, og hann hevur longu lisið eina rúgvu av føroyskum bókum. Nógvar fleiri, enn eg hevði lisið, tá ið eg var á hansara aldri. Eldri sonurin, ið er fimtan ár, hevur eisini lisið góðar bøkur á føroyskum. Ikki eru nógv í heiminum, ið duga at lesa og tosa føroyskt. Vit eru ikki fleiri enn ein miðal hampa býur í Svøríki, og tí eigur eitt mál sum føroyskt ikki at vera til. Vit kunnu takka teimum, ið hava varðveitt/dokumenterað føroyska málið – teimum, ið hava skrivað tað og givið tað út til lesaran.

Tá ið eg gekk í Sandoyar meginskúla, og eg brellaðist eftir at lesa eina bók, var ikki so lætt at fáa fatur á bókini, sum tað er hjá báðum synunum hjá mær. Hanus undir Leitinum var bókavørður. Alt gott um Hanus. Eg var ikki altíð heimsins besti og skikkiligasti næmingur, men onkursvegna var tað lóg á Sandoyar meginskúla, at bókasavnið skuldi halda til í einum myrkum høli undir jørð (beint við hølið, har heilsusystirin plagdi at halda til), á skák undir svimjihylinum. Ikki nóg mikið vit tí. Bar so á, at tú hevði lisið bøkurnar, tú hevði lánt og ikki kundi bíða eftir upplatingartíðunum, (tveir tímar um vikuna) mátti tú fáa fatur í Hanusi, tí at hann hevði lyklarnar. Fyri at koma inn á skúlabókasavnið á Sandoyar meginskúla, skuldu tvær hurðar (ella tríggjar. Minnist ikki rættiliga) læsast upp, fyri at koma framat at lána eina bók. Skjótt var at pløga tær føroysku bøkurnar ígjøgnum. Men so fór eg í holt við tær donsku.

Eg varð liðugur í tíggjunda í 1986 og árið eftir tók Niels Jákup Thomsen við sum leiðari á bókadeild Føroya lærarafelags. Hann hevur júst havt 25 ára starvsdag. Niels jákup hevur ikki verið leiðari á Bókadeildini í 25 ár, men í eini 15 ár. Tað er ikki á hvørjum degi, at leiðarar kunnu halda so leingi. Als ikki. Teir verða koyrdir, fluttir og krógvaðir fyri eitt gott orð, men Niels Jákup, hann hevur hildið. Nógv fín orð, vórðu søgd um Niels Jákup í dag. Øll orðini vóru sonn.

Arbeiðið, sum Niels Jákup hevur gjørt fyri føroyska málið, mentan, bókaframleiðslu, rithøvundar, prentarar, umbrótarar, bókasølur, skúlar, ungdóm og eg kann halda fram nakrar reglur afturat, er ikki at kimsa at. Tað er óvurderligt. Bókadeildin gevur út millum 65 til 80 bøkur um árið, og tað er onki minni enn eitt bragd, tá ið vit hugsa um, hvussu fáar pengar Bókadeildin hevur til taks. Hetta krevur ein mann, sum dugir væl við pengum og at raðfesta íløgur, sum dugir væl at forhandla um prísir og sum dugir væl við fólki. Allar hesar eginleikarnar eru at finna í Niels Jákupi.

Tá ið vit fóru undir at gera Vencil, vildu vit hava ein, ið dugdi við tí fíggjarliga, og sum hevði eitt trygt forlag og sum vild bókmentum væl. Hvør annars er at spyrja, enn Niels Jákup á Bókadeildini? Hann er maðurin, sum orðnar, sum vil hava at alt gongur væl.Vencil hevur havt eitt ógvuliga gott samstarv við Niels Jákup á Bókadeildini. Hann hevur altíð fingurin á pulsinum og letur onki verða gjørt við hálvum hjarta. Vencil er sera heppin og stoltur av at hava Niels Jákup á sínum ættartræið, og hann vónar at fáa nógv góð ár í selskapi við Niels Jákup á bókadeildini.

Góði Nieils Jákup á Bókadeildini. Hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum og takk fyri allar bøkurnar, tú hevur staðið fyri at givið út.

Vinaliga

Vencil

Niels Jákup Thomsen