Browsing All Posts published on »september, 2012«

Tveir kroppar

september 30, 2012

0

  Tveir kroppar Tveir kroppar, andlit til andlit, eru stundum tvær aldur. Og náttin er eitt hav.   Tveir kroppar, andlit til andlit, eru sum tveir steinar. Og náttin er ein oyðimørk.   Tveir kroppar, andlit til andlit, eru sum tveir knívar. Og í náttini neistafok.   Tveir kroppar, andlit til andlit, eru tveir nykbrandar […]

Og gott er at vera menniskja

september 27, 2012

0

  Týsmorgunin gjørdi eg meg kláran at fara út á Landssjúkrahúsið, har eg skuldi leggjast undir skurð klokkan níggju. Havi í longri tíð stríðst við gallherðindi. Ikki tí, eg eri illsintur, sum vanligt er at siga um fólk og fæ, ið hava trupulleikar við gallinum. Helst koma herðindini, tí at eg ikki havi lært meg […]

Vencil í seks ár

september 22, 2012

0

Tann 22. september fyri seks árum síðani, var Tjóðpallur Føroya karmur um eitt nýtt tíðarrit – eitt skaldskaparrit við góðum skaldskapi á føroyskum máli. Tað kvøldið føddist Vencil. Síðani tá eru komnir 11 Venclar, sum tilsamans fylla 1039 síður. Á hesum síðum eru nærum øll tekstasløg umboðað. Har eru yrkingar, ritroyndir, stuttsøgur, stutt-stuttsøgur, leikir og […]

Jóanes Nielsen og topp tíggju listin

september 21, 2012

0

Í gjar, 21. september, fekk kanska størsti núlivandi rithøvundur Føroya virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. At kalla hansara bókmentir fagrar er at spotta verkini, Jóanes hevur skrivað. Tær eru alt annað enn fagrar. Tær eru skitnar, ópoleraðar, pulerandi, fúlar, ómennsikjaliga menniskjaligar, fólksligar og eg kann halda fram til í morgin. Tí er Jóanes helst […]

Emmurnar

september 21, 2012

0

Aftur í ár hevur hava fýra listafólk fingið heiðursløn. M. A. Jacobsens. Í ár fekkl Jóanes Nielsen virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2012 varð handað til Hjørdis Johansen, virðislønin fyri yrkisbókmentir varð handað Eivind Weyhe, og virðislønin fyri mentanaravrik varð latin Jens-Kjeld Jensen. Jóanesi Nielsen fekk virðislønina fyri stóru skaldsøguna Brahmadellarnir frá […]

Kegl

september 16, 2012

0

    Kegl Vit keglaðust Eina eg vendi mær frá hennara kæra andliti      tínæst óttaðist eg deyðan Grace Paley Oddfríður Marni Rasmussen týddi

Ein bókavarði farin

september 13, 2012

0

Nógv menniskju eru ikki fyri sartar sálir. Tey eru fremst í rokanum, tá ið tey eru á lívi, og eg ivist ikki eina løtu í, at tey eru fremst í rokanum, har tey fara, tá ið lívið setur tey til viks. Eitt slíkt menniskja var Emil Juul Thomsen. Var tað ikki fyri hann, vóru vit […]

A HUMUMENT

september 11, 2012

0

Kennir tú tað, at tú hevur lisið um eina bók í ørðum bókum, og tú hevur lisið á netinum um bókina, og tú kennir nógv úr bókini, og tú veit, hvussu hon er vorðin til, hvat hon er um, men bókina sjálva hevur tú ikki fingið fatur á? Eg visti tað! Tú kennir eisini til […]