A HUMUMENT

Posted on 11 september 2012

0


Kennir tú tað, at tú hevur lisið um eina bók í ørðum bókum, og tú hevur lisið á netinum um bókina, og tú kennir nógv úr bókini, og tú veit, hvussu hon er vorðin til, hvat hon er um, men bókina sjálva hevur tú ikki fingið fatur á? Eg visti tað! Tú kennir eisini til slíkt.

Ein dagin, eg róði út á netinum, beit bókin á. Hon var til keyps á Amazon. Eg kagaði í hana á netinum. Tá sá eg, at hetta var 5. útgáva, sum júst var komin út. Fyrsta útgávan kom út í 1980. Eg ressaðist í stólinum eina løtu og bílegði mær hana. 14 dagar seinni, kom postboðið við henni. Lítið visti postboðið, hvussu glaður eg var, tá ið bókin at enda lá í minum hondum. Endiliga hevði eg bókina í hondini – bókina, eg hevði ætlað mær at keypt so leingi.

Eg havi í fleiri ár kent til bókina A Humument – a treated victorian novel eftir rithøvundin og listamannin Tom Phillips. Sjálvur havi eg brúkt mátan, hann ger sína list, tá ið eg havi undirvíst í kreativari skriving. Hetta er ein góður máti at vísa skeiðslutakarunum, at orð og tekstir kunnu brúkast til at skapa arðar tekstir.

Hvat er hetta so fyri ein bók, meðni? Tom Phillips skrivar sjálvur, at hann í 60 árunum leitaði eftir einari bók, sum hann kundi viðgera og gera um til eitt listaverk, men illa gekk at finna røttu bókina. Bókin skuldi kosta eina krónu og hon skuldi vera brúkt. “Ein vanligan leygardag”, skrivar Tom Phillips, (og hesin vanligi dagurin var 5. november í 1966) fór hann saman við einum vinmanni í ein stóran brúktsølubygning at leita eftir bókini, ið skuldi gerast hansara lívslistaverk. Tá kom hann fram á eina viktorianska skaldsøgu, kallað A Human Document. Høvundurin var ein, ið nevndist W.H. Mallock (1849-1923). Bókin, Tom Phillips keypti var níggjunda upplag, so hóast Phillips ikki kendi Mallock, so var eyðsæð, at høvundurin var væl lisin í samtíðini. Mallock var politiskt aktivur og teknaði satiru, har hann serliga legði dent á átrúnað og konservativan politikk. Hóast Tom Phillips helt bókina síggja spennandi út, so las hann hana aldri úr einum enda í annan. Hann las eina síðu, valdi orð út, sum hann helt skuldu standa saman sum ein yrking, og so teknaði hann á síðuna, so orðini, hann hevði valt, stóðu eftir í eini tekning.

Her hevur Tom Phillips valt nøkur orð út og teknað á síðuna.

Tom Phillips var ógvuliga bergtikin av teknikkinum, sum William S. Burrougs brúkti, ið hann kallaði fyri “Cut Up”. Burroughs skrivaði tekstir, sum hann síðani klipti sundur og setti saman aftur í aðrari raðfylgju. Hann klipti eisini úr dagbløðum og setti saman til tekstir og myndir í límmyndabókum, hann hevði uppi á sær. Eisini var Phillips bergtikin av mátanum John Cage gjørdi tónleik. Bæði Cage og Burroughs lótu tilvildina ráða og skaptu listaverk úr tí, sum tilvildin hevði at bjóða í einum úrvaldum tíðarbili.

Phillips kom fram á heitið, tá ið hann spældi sær við at bukla saman heitið: A Human Document. Hetta gjørdist til A Humument. Úttalað á enskum, ljóðar tað HEW-MEW-MENT. Phillips dámdi hetta væl. Hann byrjaði at gera bókina í 1966. Tá var fyrsta síðan gjørd. Síðani hevur Tom Phillips teknað eina síðu fyri og aðra eftir. Hann hevur broytt tær og lagað tær til samtíðarlist og sína egnu menning. Verkið hevur verið í ger síðani 1966 og nú 5. útgáva er komin, 46 ár seinni, er hon minst líka spennandi og hugtakandi sum eg hevði hugsað mær.

Viktorianska skaldsøgan eftir W.H. Mallock er ein kámur partur av listaverkinum. Hon liggur í bakgrundini, og listaverkini eftir Tom Phillips liva av innihaldinum og bakgrundini, ið eru orðini eftir W.H. Mallock.

Nógv góð listarlig hugskot koma av tilvild. Hetta er eitt, og enn tann dag í dag, skrivr og teknar Tom Phillips á bøkur, sum onnur hava skriva. Hann gevur teimum annað lív.

Her eru nakrar myndir úr A Humument eftir Tom Phillips:

Sjálvsmynd.

 

 

 

OMR

Advertisements