Ein bókavarði farin

Posted on 13 september 2012

0


Emil Juul Thomsen (1915-2012)

Nógv menniskju eru ikki fyri sartar sálir. Tey eru fremst í rokanum, tá ið tey eru á lívi, og eg ivist ikki eina løtu í, at tey eru fremst í rokanum, har tey fara, tá ið lívið setur tey til viks.

Eitt slíkt menniskja var Emil Juul Thomsen. Var tað ikki fyri hann, vóru vit 300 bókmentaverk fátækari. Fólkið, ið her býr, hevði verið nógv fátækari, hevði Emil ikki havt Bókagarðin. Á skeltinum, ið hekk út úr vegginum á bókhandlinum hjá Bókagarðinum í Bókbindaragøtu, stóð skrivað orðatakið: Blindur er bókleysur maður. Bókagarðurin við Emil hevur við vissu fingið okkum at sætt og lisið stórar klassikarar á føroyskum máli. Tað er onki minni enn eitt bragd, at nakar gevur út klassiskar og nýggjar bókmentir á høgum støði til okkum fáu lesarar at njóta.

Emil Juul Thomsen hevur stórliga ríkað Føroyar og føroyskt mál. Hansara arbeiði liggur ikki eftir.

Friður veri við minnum um bókavarðan Emil Juul Thomsen.

Vencil

Advertisements
Posted in: minningarorð