Emmurnar

Posted on 21 September 2012

0


Foto: Birgir Kruse

Aftur í ár hevur hava fýra listafólk fingið heiðursløn. M. A. Jacobsens. Í ár fekkl Jóanes Nielsen virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2012 varð handað til Hjørdis Johansen, virðislønin fyri yrkisbókmentir varð handað Eivind Weyhe, og virðislønin fyri mentanaravrik varð latin Jens-Kjeld Jensen.

Jóanes Nielsen (Foto, Birgir Kruse)

Jóanesi Nielsen fekk virðislønina fyri stóru skaldsøguna Brahmadellarnir frá 2011. Bókin fevnir um eitt langt tíðarskeið. Fortíð og nútið verða flættað saman til eina symfoni av persónum og søgum. Jóanes hevur sítt egna mál, sín egna stíl, og tá ið vit lesa eina bók eftir Jóanes Nielsen, so vita vit at vit fáa eina bók, ið er fylt við markabrum og menniskjaligum (les ólakeraðum menniskjum) lagnum, sum í síni tilveru í lívinum ikki altíð finna tann lætta vegin. Mótgangurin mót hesum lagnutunga persónum er ikki altíð lættur og ta ráða og óspoleraða málið hjá Jóanesi er í ævigum samspæli. Jóanes hevur eftirhondini ment seg til ein søguforteljara av teimum stóru.

Hjørdis Johannesen (Foto, Birgir Kruse)

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2012 varð handað til Hjørdis Johansen. Nevndin sigur í grundgevingini, at fjølbroytta og virkna leiklistakvinnan er íbirtari og stigtakari til Dramaverkstaðið, ið hevur mong ár á baki.

Hjørdis Johannesen hevur í nógv ár ment eina ørgrynnu av leikarum. Dramaverkstaðið hevur staðið fyri kvalitetið og hevur altíð verið stýrt við kønari hond og alstórari virðing fyri dramfakinum.

Eivind Weyhe (Foto, Birgir Kruse)

M. A. Jaocbsens virðisløn fyri yrkisbókmentir 2012 varð latin Eivindi Weyhe. Nevndin sigur, at bøkurnar, hann hevur latið úr hondum, eru framúr úrslit av nærlagdari gransking og tilfar til víðari gransking.

Jens-Kjeld Jensen (Foto, Birgir Kruse)

Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2012 er í ár latin Jens-Kjeld Jensen. Nevndin sigur, at hann síðan hann kom til Føroya í 1970 hevur granskað føroysku náttúruna sum fáur.

Nærum hvørt mansbarn í Føroyum kennir til Jens Kjeld. Hann er ein instutitión. Sjálvandi skal ein sovorðin originalur sum Jens Kjeld fáa heiður og æru (og nøkur oyru) fyri sítt drúgva og nágreinda arbeiði, sum ongin annar hevði gjørt.

Øll hesi fýra fólkini, sum í ár hava fingið virðislønirnar hava sanniliga uppiborið tann heiður, æru og oyru, sum fylgja við einari slíkari virðisløn. Tað er vist. Men mær dámar onki væl, at barnabókavirðislønin ikki er longur. Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs setti barnabókina í fokus og skapti rúm í ymisku miðlunum fyri, at tosað varð um barnabókina sum eitt listaverk, sum kann metast javnt við onnur listaverk, sum eru til vaksin. Tíanverri sita vit ikki í tímavís og kjakast um bøkur og aldeilis ikki um barnabøkur.

Eg hevði viljað, at Tórshavnar býráð næsta ár handaði eina barnamentanarvirðisløn og eina barnabókavirðisløn, báðar á 35.000 krónur. Ikki rokni eg við, at Tórshavnar býráð fer á heysin, um teir taka barnabókavirðislønina inn aftur og hækka virðislønarjáttanina við 35.000 krónum. Tað kemur bara øllum til góðar.

Hjartaliga til lukku tit fýra.

 

 

OMR

Posted in: virðislønir