Vencil í seks ár

Posted on 22 september 2012

0


Fyrstu permuna gjørdi Tóroddur Poulsen

Tann 22. september fyri seks árum síðani, var Tjóðpallur Føroya karmur um eitt nýtt tíðarrit – eitt skaldskaparrit við góðum skaldskapi á føroyskum máli. Tað kvøldið føddist Vencil.

Síðani tá eru komnir 11 Venclar, sum tilsamans fylla 1039 síður. Á hesum síðum eru nærum øll tekstasløg umboðað. Har eru yrkingar, ritroyndir, stuttsøgur, stutt-stuttsøgur, leikir og onnur.

Vit báðir ritstjórarnir gjørdu av, at vit ikki vildu hava nakran inngang og ikki nakrar greinar, ið viðgera bókmentir. Vencil skuldi bara hava skaldskap, týddan og uppruna. Í staðin fyri ein inngang, so endaði fororðið við at verða ein yrking. Yrkingin eitur “Føðing”.

Hon er her:

 

 

VENCIL

Advertisements
Posted in: tíðindi