Tveir kroppar

Posted on 30 September 2012

0


Foto, Alix Cleo Roubaud

 

Tveir kroppar

Tveir kroppar, andlit til andlit,
eru stundum tvær aldur.
Og náttin er eitt hav.

 

Tveir kroppar, andlit til andlit,
eru sum tveir steinar.
Og náttin er ein oyðimørk.

 

Tveir kroppar, andlit til andlit,
eru sum tveir knívar.
Og í náttini neistafok.

 

Tveir kroppar, andlit til andlit,
eru tveir nykbrandar
á einum tómum himmali.

 

Octavio Paz (1914-98), Meksiko
Alexandur Kristiansen týddi

(Yrkingin er úr yrkingasavninum Ariel. Týðingar eftir Alexandur Kristiansen.)

 

 

OMR

Posted in: yrkingar