Mors spår – hon går på vägen och sjunger hon går på vägen och sjunger hon går på vägen och sjunger – grässträngen – Hon vänder sig om och slår ut mitt i vintern – mitt i vintern slår hon ut snökristallansikte – hon vänder sig bort från mig ett tag för alltid törnrosorna är […]
oktober 24, 2012
Bókasavnið við Løkin í Runavík verður karmur um áhugavert bókmentatiltak hóskvøldið 25. oktobur kl. 19.00. Tiltakið er fyriskipað sum samstarv millum bókasavnið og okkum. Fjølbroytt og sera forvitnislig skrá er sett saman við framløgum, upplestri og tónleiki. – Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, hevur eina framløgu um bókaárið 2012 – Nýútkomna “Brævabókin” eftir viðgitna russiska høvundin […]
oktober 19, 2012
APAN Russel Edson Oddfríður Marni Rasmussen týddi Tú er ikki liðugur at eta apuna, segði mamman við pápan, ið hevði apuhár og blóð á kjálkaskegginum. Eg havi fingið nokk av apu, græt pápin. Tú átst ikki hendurnar, og eg havi gjørt nógv burturúr at skera leykringar uppá fingrarnar á henni, segði mamman. Eg piði […]
oktober 17, 2012
Tað er sjáldan, at heilt víða gitnir høvundar vitja Føroyar, men mikudagin 17. okt. vitjar ein av teimum mest umrøddu russisku høvundunum í løtuni – Mikhail Sjisjkin – í Havn. Sprotin og Hotel Føroyar seta russiskt á skránna, og vit sleppa at kaga inn í ein heim, flest okkara púrt einki vita um. Høvið er, at bók […]
oktober 6, 2012
Válið í skýmligum kovum Váli í skýmligum kovum, yvir mær tungar øldir treingja sum bitar í lágum stovum. Trilvandi í tíðarinnar skirvnu húsum hoyri eg duki frá smiðum og gnagan og karvan av músum. Geva seg veggir, gjóstur um syllar, dagurin sokkin, langt handan eggjar, … Óbótadámur innanveggja! Trunkan av bleikum, svongum børnum, fleyr av […]
oktober 5, 2012
Nú sjógvarnir bróta millum tey, ið persónliga kenna á sær, at stuðulin til listina og mentanina verður skerdur, og tey, sum í dumblæti válka sær í borgarliga murudíkinum, kunnu vit gleðast um, at vit hava fleiri góðar yrkingar at lesa. Summi eru, sum við júgv og ámmin sita hond upp undir kinn og stara eftir, […]
oktober 4, 2012
Í dag, 4. oktober, er altjóða yrkingadagur. Gamalt var at siga: A poem a day, keeps the psychiatrist away. Hatta er ikki eitt páhald. Hatta er sannleikin. Óansæð, um tú roynir at skriva eina yrking um dagin ella setir tær fyri at lesa eina yrking um dagin, so er tað heilt vist, at tað hjálpir […]
oktober 26, 2012
0