Altjóða yrkingadagur

Posted on 4 Oktober 2012

0


Marius Olsen

Í dag, 4. oktober, er altjóða yrkingadagur. Gamalt var at siga: A poem a day, keeps the psychiatrist away. Hatta er ikki eitt páhald. Hatta er sannleikin. Óansæð, um tú roynir at skriva eina yrking um dagin ella setir tær fyri at lesa eina yrking um dagin, so er tað heilt vist, at tað hjálpir móti eini ørgrynnu av trupulleikum.

Tá ið tú lesur eina yrking, og hon letur seg upp sum ein margháttlig blóma fyri eygunum á tær, tá er tú komin inn í títt djúpasta stað, og tað er har, tú lærir hvør, tú er.

Slíkt prát er helst mjørkatos fyri nógv, men eg heiti á tykkum um at geva yrkingunun ein møguleika.

Eg fari her at leggja nakrar av mínum yndisyrkingum, sum kæri lesarin kann lesa. Tað er lættari sagt, enn gjørt. Í heiminum munnu vera skrivaðar mílliónir av yrkingum. Ikki ber til at lesa allar. Eg kundi valt bara amerikanskar yrkingar, ella enskar, ella svenskar, ella danskar, ella týskar og so framvegis, men her fari eg at velja tilvildarligar yrkingar, sum á ein ella annan hátt hava sett spor.

Yrkingarnar eftir Tórodd Poulsen hava altíð fylgt mær. Hann gerst betri og betri við árunum. Næstseinasta savn hansara eitur Bræddur firvaldur. Eg havi ummælt yrkingasavnið her á heimasíðuni braeddur-firvaldur. Tóroddur hevur nakrar yrkingar, sum eru so tættar og samankroystar, at ikki eitt orð er ov nógv. Tær eru næstan klaustrofobiskar í sínum einkla máta at greiða frá tí stóra.

lurta eftir
toruni
hon dugir
ikki at
teska
sum vit
ið hoyra
hana
buldra
eftir at
snarljósið
hevur sligið
sítt góða nátt
niður í
tað hvíta arkið

Tóroddur Poulsen, Bræddur firvaldur, 2011

Paul Celan (1920-70) er ein tann mest týðandi yrkjarin í nýggjari tíð. Her er yrkingin “Aspatræ” í týðingini hjá Heðini M. Klein. Ein onnur týðing finst eisini. Hana hevur Tóroddur Poulsen gjørt. Fyrst stendur týðingin hjá Heðini og síðani týðingin eftir Tórodd. So kann lesarin gera sær eina mynd av, hvussu ymiskar tær eru.

ASPARTRÆ, leyv títt blunkar hvítt út í myrkrið.
Hárið á mammu varð ongan tíð hvítt.

Hagasólja, so grøn er Ukreina.
Gulhærda mamma mín kom ikki heim.

Regnskýggj, dvølur tú enn yvir kelduni?
Stillføra mamma mín grætur um øll.

Runda stjørna, tú snúðrar gyltu sloyfu tína.
Hjartað í mammu varð blý-rivið.

Eikihurð, hvør lyfti teg av leikindunum?
Milda mamma mín fær ikki komið.

Heðin M. Klein týddi. Yrkingin stendur í Vencli nummar 5

ØSPUTRÆ, títt leyv lýsir hvítt í myrkrinum.
Mínar móður hár varð aldrin hvítt.

Hagasólja, so grønt er Ukraina.
Mín ljóshærda móðir kom ikki heim.

Regnskýggj, drálar tú við brunnarnar?
Mín spakføra móðir grætur fyri øll.

Runda stjørna, tú knýtir tað gyltu sloyfuna.
Mínar móður hjarta varð sært av blýggj.

Eikihurðin, hvør tók teg av hongslunum?
Mín blíða móðir kann ikki koma.

Tóroddur Poulsen týddi. Yrkingin stendur í Varðanum, bind 60 frá 1993.

Ein annar yrkjari, sum hevur havt stóran týdning fyri meg er amerikanski yrkjarin, Ron Padgett. Padgett var í Føroyum á Listastevnuni, sum varð hildin í 2002. Hann er ein av fremstu núlivandi yrkjarunum í USA. Hansara kunnleiki til evropiska yrkingahevd, serliga franska, ger, at hann knýtir saman tveir heimspartar. Her er yrkingin “Nail” úr savinum How long.

Negl

Hvussu mundu fólk í gomlum døgum klippa neglurnar á tónum ?
Táneglurnar á Mariu moy síggja góðar út
á málningunum frá italsku endurburðartíðini,
og tøkk fái tað, tí tað hevði verið torført
at tilbiðið ein skapning við ógvuliga longum neglum á tónum.
Perugino háðaði eftir einum átrúnaði, ið meddaði
móti Gudi, ið hvørs veruliga áhugamál
var Maria, men hann gav henni fínar neglir á tónum.
Eg havi ongantíð hugt eftir neglunum á Jesu tóm, hóast
tær eru beint við holini
á fótum hans, við hinar naglarnar.
Miskunnarloysið er so grafiskt og ilt at skilja,
vakurleiki afturímóti, enntá vakurleikin frá eini tá,
gevur góða meining. Fyri meg, ið hvussu er.

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

Tit kunnu sjálv kanna neglirnar á Jesusi og Mariu.

Pietro Perugino

Eg kundi tikið nógvar aðrar yrkjarar. Nógvar aðrar yrkingar. Eg fari at enda her við at leggja eitt klipp av youtube og prenta føroysku týðingina av somu yrking. Talan er um yrkingina “Tha Ballad Of The Skeletons” eftir Allen Ginsberg. Her spælir hann saman við Sir Paul McCartney.

Í níggjunda Vencli stendur týðingin, sum Gunnar Hoydal ógvuliga hegnisliga hevur greitt úr hondum. “Skrokkakvæði” er ógvuliga passandi til dagsins føroyska politikk, har borgarligi flatskatturin er í ferð við at knúsa vælferðarsamfelagið. Politiskar yrkingar eru ofta vánaligar. Tað er ringt at gera nakað poetiskt við eina politiska yrking, tí at politikkur er so grúiliga ópoetiskur. Men, tá ið tað er sagt, so eru nógvar yrkingar, sum hava eina áskoðan, taka eina støðu, sum er áhugaverd. Her er ein.

Skrokkakvæðið

The Ballad of the Skeletons

Segði forsetaskrokkurin
Eg skrivi ikki undir alt
Segði tingformansskrokkurin
Jú tú skalt

Segði umboðsmannaskrokkurin
Eg tali at
Segði hægstarættarskrokkurin
Íðan so hvat?

Segði hernaðarskrokkurin
Stjørnubumbur eru best
Segði yvirstættaskrokkurin
Svøltaðar mammur eru verst

Segði Yahoo-skrokkurin
Steðgið skitnari list
Segði høgravongsskrokkurin
Gloymið hjartað, hjartað er mist

Segði dulspekiskrokkurin
Heilagt er mannaskapið og frítt
Segði siðmeirilutaskrokkurin
Nei, nei, skapið er mítt

Segði buddistaskrokkurin
Miskunn er rík
Segði partafelagsskrokkurin
Hon er deyðanum lík

Segði gamlakristnaskrokkurin
Setið tey fátæku høgt
Segði Guds-Sonar-skrokkurin
AIDS krevur røkt

Segði kynsræðsluskrokkurin
Tey samkyndu eru grað
Segði arvastevnuskrokkurin
Svørt eru óeydnuslag

Segði reystmannaskrokkurin
Konur skulu venjast rætt
Segði fundamentalistaskrokkurin
Lat nørast øll mannaætt

Segði rætt-til-lívið-skrokkurin
Fostur hava sál
Segði fyri-fríum-vali-skrokkurin
Stikk uppí uttan drál

Segði burturspardi skrokkurin
Tólini tóku mítt starv
Segði strangur-móti-brotsverkum skrokkurin
Gassið fjøldina uttan darv

Segði landsstjóraskrokkurin
Sparið burtur skúlamat
Segði borgarstjóraskrokkurin
Etið fíggjarætlanina aftrat

Segði nýafturhaldsskrokkurin
Av gøtunum heimleys og løt
Segði frímarknaðarskrokkurin
Brúkið tey sum kjøt

Segði tankatangaskrokkurin
Fríur marknaður er best
Segði spar & lán-skrokkurin
Ríkið skal gjalda mest

Segði Chrysler-skrokkurin
Gjaldið fyri teg & meg
Segði kjarnorkuskrokkurin
& meg & meg & meg

Segði umhvørvisskrokkurin
Ger ikki bláum himmali fortreð
Segði fleirtjóðaskrokkurin
Hvat er hann verdur fyri teg

Segði NAFTA-skrokkurin
Fríhandil, gøðið tykkum grøn
Segði Maquiladora-skrokkurin
Sveittið fyri undirløn

Segði ríki GATT-skrokkurin
Hátøkni og ein verð
Segði undirstættaskrokkurin
Nevin harður og reyvin ber

Segði heimsbankaskrokkurin
Fella trø má vera eitt mást
Segði IMF-skrokkurin
Keypið amerikanskan ost

Segði menningarlandaskrokkurin
Sendið okkum rís
Segði framkominlandaskrokkurin
Ringlið bein til søluprís

Segði ayatollaskrokkurin
Doyggj rithøvundur doyggj
Segði Josef Stalin-skrokkurin
Sum at hoyra mítt egna goyggj

Segði miðríkisskrokkurin
Vit gloyptu Tibet
Segði Dalai Lama-skrokkurin
Tit seta búkilskumet

Segði heimskórsskrokkurin
Lagnan er stundum heit
Segði USA-skrokkurin
Vit mugu bjarga Kuwait

Segði kolvetnisskrokkurin
Bumbuflog, bumbið í kór!
Segði sinnisvíðkandi skrokkurin
Roykið ein dinosaur

Segði Nancy-skrokkurin
Sýt, sig nei, bara sýt
Segði Rasta-skrokkurin
Skít, Nancy, bara skít

Segði fólkavillaraskrokkurin
Ikki roykja pott
Segði drykkjumannaskrokkurin
Tín livur skal rotna í nátt

Segði drøggmisnýtaraskrokkurin
Gevið okkum eitt prik
Segði Big Brother-skrokkurin
Girðið teir av handan stik

Segði The Mirror-skrokkurin
Hey, tú rósa reyð
Segði elektriski-stóla-skrokkurin
Hey, hvat kóka tey?

Segði kjaksendingaskrokkurin
Renn meg, títt lúsa roð
Segði familjuvirðisskrokkurin
Míni virði við sviðið soð

Segði New York Times-skrokkurin
Hatta sleppur ikki á prent
Segði CIA-skrokkurin
Hálvtalað orð eru hent

Segði netverkaskrokkurin
Mínar lygnir krevja trúgv
Segði lýsingaskrokkurin
Legg ikki í, bara lúgv

Segði fjølmiðlaskrokkurin
Sannleikan eigi eg
Segði sofaveljaraskrokkurin
Hvat rakar tað meg?

Segði sjónvarpsskrokkurin
Ljóðbitar, etið teir rátt
Segði tíðindaskrokkurin
Hatta var alt, góðanátt

Allen Ginsberg

Gunnar Hoydal týddi. Yrkingin stendur í Vencli nummar 9

Hetta eru nakrar fáar yrkingar, sum eg havi valt út henda altjóða yrkingadagin.

OMR

Posted in: yrkingar