Markaðir menn

Posted on 5 oktober 2012

0


Pól F Joensen

Nú sjógvarnir bróta millum tey, ið persónliga kenna á sær, at stuðulin til listina og mentanina verður skerdur, og tey, sum í dumblæti válka sær í borgarliga murudíkinum, kunnu vit gleðast um, at vit hava fleiri góðar yrkingar at lesa.

Summi eru, sum við júgv og ámmin sita hond upp undir kinn og stara eftir, hvussu leikur fer. Teimum skal eisini verða pláss fyri. Øll eru vit veljarar. Øll velja vit persónar í tignarliga ting okkara. Vit kunnu ikki gera annað. Tá ið so sparslið er skavað av grímunum og veruliga politiska andlitið kemur til sjóndar, stendur veljarin sum ryssa yvir deyðum fyli. Hann veit snøgt sagt ikki, hvønn hann hevur valt. Hann veit hví, hann valdi, sum hann valdi, men ikki hvønn. So skjótt sum tey valdu stíga inn um tingsins lágu gátt, skilja tey knappliga ikki, hvat tey hava sagt fyri at verða vald inn á ting.

Tíbetur hava vit havt røddir, ið hava rópt hart eftir samfelagsins skiparum. Fólk sum hava tala at, tá ið ónøgdin hevur fingið vamlið fram.

Nú ein vika við tódnaðum fíggjarlógartølum, landsbankaavtøku, mentanar- og listastuðulsskerjingum og øðrum avlaðingum nærum er farin aftur við borðinum, ger onki, um vit lesa nakrar yrkingar eftir góða, gamla Pól F.

Við  sjálvspei og beinraknum eygleiðingum kunnu tit gera tykkara egnu meining.

Samfelagið

Várt samfelag er eitt dráma
við eitrandi háð og spott.
Har frekastu feitastan bitan
fáa, men aldri nokk.

Og alt er samanvovið
av sjálvgóðsku, svik og sorg
og pátrúgv, og heilagir skálkar
valda í hvørjari borg.

Pól F, úr Millum heims og heljar

Sambandspolitikarin

Er soðið ov tunt, koyr missiónsbollarí,
so slúkar fjøldin, tað kann ikki feila,
tí hon hevur runu, hann gólvsóp til heila
øld eftir øld.

Pól F, úr Millum heims og heljar.

Er minni mannsevni í føroyingum, enn í halanekaranum?

So trælkað er ongin tjóð í heiminum,
at hon ikki fult sjálvstýri krevur,
hvør litføgur tjóð setur lívið í veð
um frælsi so verri kor grevur,
men best undir Danmarkar skjúrtufaldi,
danskstýrdur føroyingur svevur.

Pól F, úr Ramar risti hann rúnirnar

Demokratisk samfelagsskipan

Mong ónytta kemur til valdi tó,
sum onki veit ella kann,
av gyltum lyftum ella faðir síns pengum,
og í somu tuflum, sum hann,
sum ei hevur heila til gásadrong,
men kann veljast til løgtingsmann.

Pól F, úr Ramar risti hann rúnirnar

Markaðir menn

Her mangur seg seldi við hold og hár,
og feit bein at gnaga fingu,
sum hundur við hálsbandi veipa teir runt
við húsbóndans merki í bringu.

Pól F, úr Ramar risti hann rúsnirnar

Lyndi og lagna

Flestu funnu forløg tung,
fægstu eydnu blíða. –
Ongin kann, á foldum føddur,
frá lyndi og lagnu ríða.

Pól F, úr Lívsins kvæði

OMR

Advertisements