Váli í skýmligum kovum

Posted on 6 oktober 2012

0


Tummas Jákup Thomsen

Válið í skýmligum kovum

Váli í skýmligum kovum,
yvir mær tungar øldir
treingja sum bitar í lágum stovum.

Trilvandi í tíðarinnar skirvnu húsum
hoyri eg duki frá smiðum
og gnagan og karvan av músum.

Geva seg veggir,
gjóstur um syllar,
dagurin sokkin, langt handan eggjar, …

Óbótadámur innanveggja!
Trunkan av bleikum, svongum børnum,
fleyr av gráum fúkandi døgum,
flykkjan av svørtum fuglum.
Fólk standa og bíða,
stunda eftir skýli.
Hvat man nú smiðunum líða?

Komið øll sum trákkast –
latið ei forða veður ei nátt,
komið í stundini at vita,
hvørjir ið vøla um húsini …
Dukini tøtt og dygg. –
Hoyra tit! Hoyra tit!

Hey smiðir! gera tit húsini trygg?
Hví svarar eingin her?
Á, nú skilti eg lagið. –
Bannsetti spottari, dunkandi hjarta!
– Dukið frá smiðunum í tínum slagi. –

Komið øll, sum enn eru roysin.
Aftrið tykkum ikki, slotið ikki so ótrygg.
Hvat er til ráða at taka annað uttan orð?
Hvør eigur treysti
at savna ein skara,
skýli at reisa,
áðrenn húsini fara?

Karsten Hoydal, úr Syngjandi grót

Advertisements
Posted in: yrkingar