Sjisjkin á Hotel Føroyum

Posted on 17 Oktober 2012

0


Tað er sjáldan, at heilt víða gitnir høvundar vitja Føroyar, men mikudagin 17. okt. vitjar ein av teimum mest umrøddu russisku høvundunum í løtuni – Mikhail Sjisjkin – í Havn. Sprotin og Hotel Føroyar seta russiskt á skránna, og vit sleppa at kaga inn í ein heim, flest okkara púrt einki vita um.

Høvið er, at bók hansara Brævabókin, ið er farin um allan heim, kemur út á føroysk­um. Høvundurin helt tað vera so sjáldsamt, at verkið kemur út á okkara máli, at hann tekur sær tríggjar dagar millum framløgur, viðtal, fyrilestrar og skeið í Berlin, London, Moskva, Tokyo og New York at koma til Føroyar.

Í hesum sambandi verður russiskt kvøld á Hotel Føroyum tann 17. okt. kl 19.30 við hesi skrá:

Boðið verður vælkomið.

Nikolaos Kapnas og Jóannes Andreassen spæla russiskt tónleikastykki.

Mikhail Sjisjkin greiðir frá bókaverkinum Brævabókini og sínum skaldskapi.

Johnny Thomsen greiðir frá týðingini og greiðir eisini frá hinari bókini, ið eisini verður løgd fram: Meistaranum og Margaritu.

Nikolaos Kapnas og Jóannes Andreassen spæla.

Nýggja russisk-føroysk orðabók verður latin upp, og Johnny greiðir frá tí arbeiðinum.

Nikolaos Kapnas og Jóannes Andreassen spæla.

Síðan bjóðar Hotellið kaffi og okkurt afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Posted in: ikki bólkað