Apan

Posted on 19 Oktober 2012

0


Russel Edson (f. 1935)

APAN

Russel Edson

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

 

Tú er ikki liðugur at eta apuna, segði mamman við pápan, ið hevði apuhár og blóð á kjálkaskegginum.
Eg havi fingið nokk av apu, græt pápin.
Tú átst ikki hendurnar, og eg havi gjørt nógv burturúr at skera leykringar uppá fingrarnar á henni, segði mamman.
Eg piði eitt sindur av pannuni, so eri eg mettur, segði pápin.
Eg havi proppað hvítleyk upp í nøsina, soleiðis sum tú vilt hava hana tilreidda, segði mamman.

Hví biður tú ikki slaktaran skera apuna sundur? Tú leggur alla á borðið hvørt kvøld; tað sama skallabrotið, tað sama svidna skinnið; sum ein, ið leið ein ræðuligan deyða. Hetta er ikki døgurði, hetta er ein líkuppskurður, ein kruvd apa.

Royn eitt stykki av tannhaldinum, eg havi fylt munnin við breyði, segði mamman.
Tví, tað sær út, sum hevur hon fullan munn av spýggju. Hvussu kann eg fáa meg til at bíta í kjálkan, tá ið breyð lekur út úr munninum? græt pápin.
Sker annað oyra av, tað er so krasað, segði mamman.

Hevði tú so for helviti latið apurnar í undirbuksir; ella bara eitt klovbind, rópti pápin.
Babba, hvussu fær tú teg sjálvan til at illgita meg fyri at síggja apuna sum nakað annað enn kjøt, rópti mamman.
Hvussu við rivunum, sum tú hevur bundið í ein boga um kynið? rópti pápin.

Sigur tú, at eg eri forelskað í hesum herviliga kríatúrinum? At eg vildi givið einum slíkum djóri mítt kvinnuliga op? At vit elskast á køksgólvinum, og so stingi eg hana inn í ovnin eftir at hava knúst skallan við einari steikipannu, fyri síðani at borðreiða hana fyri húsbónda mínum í teirri trúgv, at húsbóndin etur próvtilfarið um ótrúskap mín …?

Eg vil bara siga, at eg eri so forbanna troyttur av at eta apu hvørt einasta kvøld, græt pápin.

1976

Frida Kahlo: Sjálvsmynd við apu.