Browsing All Posts published on »november, 2012«

Jóanes Nielsen tilnevndur

november 30, 2012

0

Fremmandu orðini avdúka aldri alt

november 30, 2012

2

    Árið 2012 fer eftir øllum at døma at gerast yrkingaár burturav. Nógv eru yrkingasøvnini í ár, og eftir øllum at døma, so eru øll søvnini eisini dygdagóð søvn. Onki heilt vánaligt savn er komið út enn. Bókin, ið her verður ummælt, er bók, ið eg havi glett meg til at lesa. Katrin Ottarsdóttir […]

Bókadagurin 2012

november 20, 2012

0

Bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum 2012 Bókadagurin er tiltak hjá Rithøvundafelagi Føroya, har ljós verður varpað á føroyskar bókmentir. Tiltakið verður sunnudagin 25. november, seinnapartin, í Norðurlandahúsinum. Skráin til ársins bókadag er fjølbroytt og vendir sær til bæði børn og vaksin, við upplestrum, myndasýningum, sangi og sjónleiki. Umboð fyri bókasøluna Rit&Rák er eisini við, og ber tí […]

Nú tagdu

november 18, 2012

0

Nú tagdu Nú tagdu tónar treystir, og nú er tómt, og tjúkn og tungligt heyst er; nú hvirlar vindur kaldi út yvir tjørn, har áður ontin spældi – tá tá skein sól í sevum, og alt var ljóst, og brostið fyri nevum – hvør lítil ullalagdi fór út á flot – men summarlátur tagdi, tí […]

Heimvitisferðin – eitt ummæli

november 12, 2012

3

Allen Ginsberg skrivaði “Howl” (Hon eitur “ýl” á føroyskum, og finst í týðing Gunnar Hoydals í fyrsta Vencli), William S. Burroughs skrivaði Naked Lunch, Georges Battaille skrivaði Histoire de l’oeil, Marquis De Sade skrivaði mangt slíkt, Chuck Palahniuk skrivaði “Guts”, Jóanes Nielsen hevur skrivað um tað og Carl Jóhan Jensen hevur eisini. Sjálvandi tosi eg […]

Úr tárabrunni koma yrkingar

november 10, 2012

1

Heðin M. Klein hevur ikki givið út nógv søvn. Seks yrkingasøvn eru tey vorðin til síðan 1969, tað Harrans árið, undirritaði varð føddur. Tó hevur Heðin givið út fleiri týðingar og lagt til rættis undirvísingarbøkur. Við øllum eru bøkurnar vorðnar 16. Fyri stuttum kom savnið Vatnskorpur fyri tøgnini út á Mentunargrunni Studentafelagsins. Permuna hevur Bárður […]

Avbyrgingar – eitt ummæli

november 6, 2012

2

Nú kommunuvalið nærkast og kommunupolitikarar, sum annars ikki síggjast í landslagnum, krúpa sum grátt undir steini undan húsahornum, og amerikumenn seta sínar krossar við mormonin Mitt Romney ella afro-amerikanran Barak Obama, og listafólk í Føroyum flokkast at mótmæla og boykotta svikafullu lokabragdinum hjá ráðharranum í mentamálaum, nú hann ætlar at skerja Mentanargrunn landsins við fullum […]

Jodok letur heilsa

november 1, 2012

0

Nógv halda, at tað at skriva bara er um at skapa tekstin, rætta hann til, prenta hann og geva hann út. Soleiðis er ikki. Ein stórur partur av rithøvundavirkinum og verkinum er, at hann verður lisin upp fyri almenninginum. Ymiskt er, hvussu væl fólk duga at lesa upp ein tekst. Tað er bara Tóroddur Poulsen, […]